Skip to main content Skip to footer

UPPTØKUROYND

Næmingar, ið verða mettir at standa eina preliminera orgulleikaraútbúgving eftir 3 ára útbúgving, kunnu verða upptiknir.

Til upptøkuroyndina skal næmingurin: 

SÁLMASPÆL

  1. Ein sálmur úr Sálmaløg Føroya Kirkju við ískoytum, ið ein sjálvur hevur valt.
    1. (Ein sjálvvaldur sálmur úr Sálmaløg Føroya Kirkju við ískoytum.)
  2. Ein sálm, sum næmingurin fær 2 vikur áðrenn upptøkuroyndina.
    1. (Ein tillutaðan sálm)

Báðir sálmarnir verða spældir við pedal. Spæld verða 2 ørindi.(Sálmurin undir punkt b verður givin næminginum 2 vikur áðrenn upptøkuroyndina.

Uppgávurnar undir punkt 1: verða spældar við pedal. Uppgávan undir punkt 2: verður givin næminginum 2 vikur áðrenn royndina.

ORGULVERK

  1. Eitt sjálvvalt orgulstykki á torleikastigi sum J.K.F.Fischer: Præludium nr. 4 í D-dur úr “Ariadne Musica” (Liber Organi bd. VII, Edition Schott nr. 2267), J.S.Bach: In dulci jubilo, BWV 751 ella J.S.Bach: Præludium í e-mol, BWV 555
  2. Eitt tillutað orgulstykki sum til dømis F.W.Zachow, I dødens bånd vor frelser lå (Orgelkoraler til Kirkeåret, nr. 33a, Wilhelm Hansen), Joh. Chr. Bach: Wir glauben all in einen Gott (44 Chorale Zum Praambulieren. Barenreiter-285) ella Aksel Andersen: Nr. 4, Cantabile, úr 4 Løgumklosterpræludier (Musica Organi, Edition Egtved)

Uppgávurnar undir punkt a verða spældar við pedal. Uppgávan undir punkt b verður givin næminginum 2 vikur áðrenn royndina.

TÓNLEIKAÁSTØÐI

  1. Greining av harmoniunum í einum ikki modulerandi 4-raddaðum korali, sum er 2 periodir langur.
  2. Set inn alt- og tenorrødd í tillutaða sálmalagi við melodi- og tilhoyrandi bassrødd (2 periodir, eingin modulatión)
  3. 4-ræddað harmonisering av korallagi upp til 8 tónar langt.

Skrivlig roynd – 3 tímar.

KLAVER

  1. Framføra sjálvvalgt klaverstykki. Torleikastig sum J.S.Bach: Præludium í C-dur BWv 939 (Kleine Præludien und Fughetten) ella Fr. Schubert: Ländler (nr. 41 úr “45 andre klaverstykker, forlaget Vaks).
  2. Skalaspæl í dur og mol (reinur, melodiskur ella harmoniskur eftir egnum vali) við upp til 2 fortekn 2-handað 2 oktavar.

HOYRILÆRA

  1. prima vista framførslu av rytmuuppgávu við fjóriparti sum teljitíð.
  2. prima vista-sangur. Framføra stutt løg, mest trinvísar rørslur.
  3. avgera tónakyn á tríklangum (dur/mol)
  4. avgera intervallir (rein, stór og smá). Tónarnir verða spældir aftaná hvønn annan ella samstundis.
  5. syngja fyrispældar tónar og stuttar lagastubbar.
  6. skalasang í dur og mol útfrá spældu grundtónum. Syngja fyrispældar dur og moll tríklangir í grundstøðu.

 

 

Vend aftur til fyrstu síðu