Skip to main content Skip to footer

SKILHALDSSKYLDUR

Skilhaldsreglur verða settar í gildi fyri at geva øllum lærarum, næmingum og ørðum, ið brúka skúlan, góðar umstøður at virka undir. Skilhaldsreglurnar lýsa mannagongdir skúlans og skyldur teirra, ið brúka skúlan. 

Sámiligur atburður

  • Øll á skúlanum eiga at sýna umhugsni og sømiligan atburð, soleiðis at skúlin kann virka øllum at gagni. Happing, niðrandi tala og sálarligur- og likamligur harðskapur verður undir ongum umstøðum toldur millum næmingar ella starvsfólk í TM.

Hølisviðurskifti

  • Fyrilit skal havast fyri øllum teimum, sum virka í skúlanum, fyri húsinum og tí, sum inni er.
  • Vit hava øll skyldu at halda skúlan og økið kring skúlan nossligt.
  • Hølini skulu, eftir brúk, latast aftur í sama standi, sum tey vóru fingin.
  • Um trupulleikar eru við hølunum skal hetta fráboðast leiðslu skúlans.
  • Hølini í Tórshavnar Musikkskúla skulu ikki brúkast til vinnuligt virksemi uttan serstaka avtalu við leiðsluna í skúlanum. 
  • Starvsfólk í Tórshavnar Musikkskúla, næmingar á musikkskúla miðnámi og Urguleikaraútbúgvingini hava lykil til skúlan.
  • Onnur kunnu fáa lykil til skúlan við at venda sær til leiðslu TM, sum tekur støðu í hvørjum einkultum føri.
  • Lyklar til skúlan kunnu verða givnir fyri styttri ella longri tíðarskeið, alt eftir hvør tørvurin er
  • Tórshavnar Musikkskúli hevur opið allar dagar í árinum, uttan frá á midnátt til kl. 7 á morgni, og kunnu tey, ið hava lyklar, brúka skúlan í hesum tíðarrúmi, tó við teirri treyt at høli eru tøk.
  • Í heilt serligum føri kann leiðsla TM stongja skúlan aðra tíð enn omanfyri nevnt, og harvið avmarka brúkið og rættindi at koma inn í skúlanum. Hettar kann gerast í bæði styttri og longri tíðarskeið.
  • Tað er leiðsla TM, ið tekur støðu til, um skúlin verður stongdur og tað er somuleiðis leiðsla TM, sum kunnar starvsfólk skúlans, um hettar stig verður tikið.
  • Lyklar til skúlan kunnu gerast óvirknir í tíðarskeiðinum, skúlin er stongdur. Leiðsla TM tekur støðu í hvørjum einstøkum føri, um lyklar skulu gerast óvirknir ella partvíst óvirknir
  • Hóast skúlin er stongdur, ber til hjá starvsfolki TM at sleppa inn í skúlan, men tá bert í heilt serligum føri og bert um leiðsla skúlans hevur givið loyvi.
  • Um ásetingar í mun til fyriskipan við lyklum og teimum rættindum tað viðførir, ikki verða hildnar, kann leiðsla TM velja at taka lykilin frá viðkomandi.

Ljóðføri skúlans

  • Ljóðførini hjá Tórshavnar Musikkskúla, ið hoyra heima í ávísum høli og sum dagliga verða nýtt til frálæru, skulu ikki flytast millum hølini.
  • Ljóðførini skulu undir ongum umstøðum nýtast uttanfyri skúlan uttan í serligum førum og uttan serstakt loyvi, sum einans kann gevast av leiðslu skúlans. Hetta er galdandi fyri lærarar og næmingar.
  • Um trupulleikar eru við ljóðførunum, skal hetta fráboðast leiðslu skúlans.

Myndir og upptøkur

  • Ikki er loyvt at taka myndir ella upptøkur av næmingum uttan loyvi.

Matur og drekka

  • Matur og drekka skal ikki nýtast í frálæruhølum skúlans.  

Royking

  • Royking fer fram á ávístum øki, har ílat er til øsku og stubbar. Hetta økið er aftanfyri skúlan við ruskbingjurnar. 

Rúsevni og rúsdrekka

  • Øll høli í Tórshavnar Musikkskúla eru fevnd av reglugerð hjá Tórshavnar Kommunu, har børn og ung ferðast. Tað er tí strangliga bannað, at rúsdrekka ella annað rúsandi verður nýtt á skúlanum.

Lestrarskyldur

  • Tað verður vænta av næmingum í Tórshavnar Musikkskúla, at teir gera sær ómak at venja heima og møta til frálæru. Um næmingurin ikki fær møtt til frálæru, skal fráboðast lærara. 
  • Næmingar í Musikkskúla miðnámi og Orgulleikaraútbúgvingini hava møtiskyldu til alla frálæru, og verður uppmøting og frávera skrásett í umsitingarskipan skúlans. Er fráveran hægri enn 15% fær næmingurin skrivliga ábreiðslu frá leiðslu Tórshavnar Musikkskúla. Um ábreiðslan ikki verður tikin til eftirtektar, verður skrivlig ávaring givin, ið skal váttast av næmingi ella verja, um hesin er undir 18 ár. Fleiri ávaringar verða ikki givnar. Um næmingurin framhaldandi ikki lýkur ásetur um møtiskyldu, heldur frálæran uppat.

Næmingar, ið eru útvaldir at umboða Føroyar í altjóða kappingum ella tiltøkum innan ítrótt, list ella mentan, kunnu sambært ‘Rundskrivi um fráveru hjá næmingum, sum umboða Føroyar í altjóða kappingum’ frá 27. oktobur 2016 søkja um loyvi at fáa loyvda fráveru frá skúlanum upp til í mesta lagi 10 skúladagar/skúlaár. Umsóknir um loyvda fráveru í sambandi við at umboða Føroyar í altjóða kappingum/tiltøkum innan ítrótt, list og mentan, kunnu verða játtaðar, treytað av, at:

  • Næmingurin umboðar Føroyar í altjóða kapping ella tiltaki innan ítrótt, list ella mentan.
  • Næmingurin røkir skúlan til fulnar, tvs. 1) møtir væl upp og 2) letur væl inn – eisini tað, ið skal latast inn í fráverutíðarskeiðinum – og 3) annars heldur lestrar- og skilhaldsreglur skúlans.
  • Umsóknin verður send til musikkskulin@torshavn.fo. Í umsóknini skal verða greitt frá tiltakinum og leiklutinum, sum næmingurin hevur í kappingini ella tiltakinum og harvið greitt frá, hvussu næmingurin umboðar Føroyar í kappingini ella tiltakinum. Næmingurin sendir sjálvur umsóknina, har váttan fyri úttøku frá felagnum er viðfest. Skjalið, felagið skal útfylla, fæst her
  • Umsóknin verður latin inn í góðari tíð – tvs. í seinasta lagi tvær vikur fyri tíðarskeiðið, hann søkir um. Um talan er um fráveru í ársroyndar-/próvtøkutíðarskeiði, má umsóknin sendast í seinasta lagi 1. mai.

Mett verður í hvørjum einstøkum føri, hvørt næmingurin lýkur hesar treytir. Ger hann ikki tað, verður umsóknin ikki gingin á møti, og verður hann skrásettur sum fráverandi, um so er, hann kortini velur at fara avstað.

Onnur loyvd frávera kann gevast av leiðslu skúlans og verður í slíkan førum avtala gjørd við avvarandi næming.

Til ber hjá næmingum í Tórshavnar Musikkskúla at fara í farloyvi í upp til eitt ár í senn. Umsøknir um farloyvi skulu sendast til musikkskulin@torshavn.fo

Næmingurin skal tá, eins og aðrir næmingar, aftur melda til skúlan í seinasta lagi 15. mai.

Hetta er eisini galdandi fyri næmingar í Musikkskúla miðnámi og Orgulleikaraútbúgvingini.

Næmingar í Litir í Leiki og Ljóð í Leiki kunnu ikki søkja farloyvi.