Skip to main content Skip to footer

Víðkað skeið

Víðkað skeið er fyri teg, sum ynskir at raðfesta tónleikaundirvísing og hevur tíð og evni til tess. Víðkað skeið er eisini ein góð fyrireiking til upptøku á Musikkskúlans Miðstigi.

Faklærarin metir, um næmingurin hevur rætta støðið til víðkað skeið. Saman við næminginum verður ein meting gjørd av tíð, arbeiðshátti og øðrum, sum hevur týdning fyri skúlagongdina. Út frá hesum kann næmingurin byrja á Víðkaða skeiðnum.

Víðkað skeið kann fevna um:
- Økta undirvísing í høvuðsfakinum.
- Undirvísing í hoyrilæru, teori og øðrum hjálærugreinum.
- Møguleika fyri samanspæli á hægri støði.

Um næmingur úr aðrari kommunu ynskir at taka hjálærugreinirnar í víðkaðum skeiði í TM, kostar hettar 1.000 kr. Høvuðsfakið verður tá tikið í avvarðandi musikkskúla har næmingurin býr, og má hettar avtalast við avvarðandi musikkskúlaleiðara.

Um næmingur er búsitandi í Tórshavnar Kommunu, men ikki er næmingur í TM, verður upptøkuroynd til víðkað skeið, har faklærari og leiðsla TM meta um støði í høvuðsfaki, og um næmingurin er til reiðar at byrja. Við støði í hesum kann næmingur takast upp. Tilmelding og kunning er at finna á heimasíðu Tórshavnar Musikkskúla um frálærutilboð - Undanskeið

Tilmelding og kunning finst á heimasíðuni hjá Tórshavnar Musikkskúla undir undirvísingartilboð - Víðkað skeið.

Aftur til fyrstu síðu