Skip to main content Skip to footer

ROYNDIR OG PRÓVTØKA

Upptøkuroyndin

Tilmeldingarfreist til Musikkskúla Miðnám er 15 mars á hvørjum ári.

Upptøkuroyndin er fyrst í mai mánaða. Sí annars deildir fyri nærri kunning um upptøkuroyndirnar. 

Próvtøka og royndir

Musikkskúlanámið endar við próvtøku undir ábyrgd av kommunala musikkskúlaleiðaranum í tí skúlanum, har undirvísingin fer fram.

Kommunali musikkskúlaleiðarin hevur ábyrgd av, at allar próvtøkur fara fram sambært ásetingunum í kunngerð og sambært innanhýsis mannagongdum.

Kommunali musikkskúlaleiðarin ásetur dag og tíðarkarmar fyri próvtøkurnar. Próvtøkurnar verða hildnar í mai og juni mánaði.

Sjúkrapróvtøkuskeiðið er í august og september mánaði.

Kommunali musikkskúlaleiðarin hevur ábyrgd av, at próvtakarar verða kunnaðir um tey mál og tey krøv, sum hava týdning í sambandi við próvtøkurnar.

Kommunali musikkskúlaleiðarin skal í góðari tíð undan próvtøkuni, og ongantíð minni enn 14 dagar undan próvtøkuni, kunna próvtakarar um próvtøkudagar og próvtøkutíðir.

Próvtøka

Næmingur, sum hevur fylgt undirvísingini avvarðandi skúlaár, er innskrivaður til próvtøku og kann fara til próvtøku beint eftir, at undirvísingin í lærugreinini er lokin.

Próvtakari, sum ikki fær møtt til próvtøku vegna skjalprógvaða sjúku, ella er forðaður at luttaka av aðrari orsøk, sum próvtakarin ikki hevur ræði á, skal hava møguleika at fara til sjúkrapróvtøku. Sjúka skal vera skjalprógvað í seinasta lagi tann dagin próvtøkan skal fara fram.

Næmingur kann í mesta lagi fara til somu próvtøku á sama stigi tvær ferðir, tó ikki í sama próvtøkuskeiði.

Próvtøkuhald

Tá ið próvtal verður ásett í sambandi við próvtøku í høvuðslærugrein, er uttanhýsis próvdómari, umboð fyri kommunalu musikkskúlaleiðsluna, faklærarin og samskiparin fyri musikkskúlamiðnám til staðar.

Próvtøkuumstøðurnar verða skipaðar soleiðis, at tað er ómøguligt hjá próvtakara at samskifta á óætlaðan hátt.

Próvtakarin kann nýta hjálparmiðlar og telduútgerð til próvtøkuna. Reglurnar í námsætlanunum fyri lærugreinarnar og umstøðurnar annars kunnu tó avmarka nýtsluna.

Kommunali musikkskúlaleiðarin skal bjóða próvtakara við niðursettum sálarligum ella likamligum virkisføri ella við øðrum serligum trupulleikum serligar próvtøkuumstøður, sum javnseta hann við aðrar próvtakarar.

Eitt próvtøkusvar skal vera próvtakarans egna sjálvstøðuga svar, um ikki annað er ásett. Kommunali musikkskúlaleiðarin vísir próvtakara burtur frá avvarðandi próvtøku, um próvtakarin útvegar sær sjálvum ella veitir øðrum ólógliga hjálp, ella nýtir hjálparmiðlar, sum ikki eru loyvdir.

Próvtøkurnar fara fram á føroyskum. Próvtøkurnar kunnu í ávísum førum fara fram á øðrum máli.

Próvdómarar og próvhoyrarar

Kommunali musikkskúlaleiðarin setir próvtøkunevndina.

Limir í próvtøkunevndini eru:

  • ein uttanhýsis próvdómari,
  • eitt umboð fyri kommunalu musikkskúlaleiðsluna,
  • samskiparin fyri musikkskúlamiðnám, og ein faklærari.

Próvtøkunevndin metir um og tekur avgerð um próvtøkutalið.

Semjast limirnir í próvtøkunevndini ikki um próvtal, verður miðaltalið á próvtølunum hjá limunum í nevndini ásett sum hækkað ella lækkað til tað tal í próvtalsstiganum, ið er næst við.

Liggur miðaltalið mitt í millum tvey próvtøl í stiganum, verður talið hækkað.

Næmingurin skal hava staðið høvuðslærugeinina og allar kravdu hjálærugreinar fyri at standa musikkskúlamiðnámsútbúgvingina.

Próvtøkunevndin skal

  • ansa eftir, at próvtøkan er í samsvari við málini og krøvini í teimum avvarðandi lærugreinunum,
  • hjálpa til og ansa eftir, at próvtøkan fer fram sambært galdandi reglum, og
  • hjálpa til og ansa eftir, at próvtakarar fáa einsháttaða og rættvísa viðferð, og at avrikið verður dømt álítandi og í samsvari við reglurnar um próvtalsgeving og aðrar galdandi reglur fyri útbúgvingina.

Tekniskar royndir

Tekniskar royndir eru í høvuðsljóðføri/faki hvørt ár í musikkskúlamiðnámi. Royndin er ein innanhýsis roynd og kann talan vera um: tónastigar, blaðspæl, improvisatión, sekunda vista, akkordvenjingar, etuduspæl ella aðrar venjingar, ið taka støði í lesiætlanini.

 

Aftur til fyrstu síðu