Skip to main content Skip to footer

TÓNLEIKAFRAMLEIÐSLU DEILD

Í framleiðsludeildini eru hesar høvuðslærugreinar: sangskriving, elektroniskur tónleikur og tónleikaframleiðsla. 

Upptøkuroyndin til framleiðslu deildina

Høvuðsljóðføri
  • Næmingurin framførir tvey ella fleiri styttri verk/løg á egnum ljóðføri ella verk, sum eru framleidd. Verkini eiga at umboða ymisk lyndiseyðkenni.
  • Úrslitið frá undanroyndini er tøkt hjá próvdómarunum, men kann umsøkjari verða royndur í hoyrulæru, um próvdómarar meta, at hetta er neyðugt.
  • Skúlin útvegar ikki umsøkjarum klaverfylgispælara ella samanspælsbólk til upptøkuroyndir av sínum eintingum, men skúlin kann hjálpa umsøkjarum at finna ein.
Hoyrilæra og teori
  • Undanroynd í hoyrilæru og teori eru nakrar dagar innan royndina í høvuðsljóðføri. Hesar eru vegleiðandi.
Samrøða
  • Upptøkuroyndin endar við stuttari samrøðu millum umsøkjara og próvdómarar

Krøv til ymsu ljóðførini eru at síggja undir Lesiætlanir

Hvar finni eg frálærutilboðini?

Trýst á leinkið niðanfyri fyri at síggja frálærumøguleikarnar í Musikkskúla Miðnámi og fyri at tekna teg til upptøkuroynd. 

Aftur til fyrstu síðu