Skip to main content Skip to footer

RÚTMISK DEILD

Í rútmisku deildini er høvuðsgreinin antin eitt ljóðføri ella rútmiskur sangur. Tónleikurin, ið arbeitt verður við í rútmisku deildini, kann bæði verða niðurskrivaður tónleikur, avlurtaður, sjálvskrivaður tónleikur ella ófyrireikað framførsla (improvisatión)

Upptøkuroyndin til rútmisku deildina

Høvuðsljóðføri
  • Næmingurin framførir tvey ella fleiri styttri verk/løg á egnum ljóðføri. Verkini eiga at umboða ymisk lyndiseyðkenni.
  • Roynd í blaðspæli ella framførsla av stuttum stykki, ið umsøkjari hevur fingið frammanundan (blaðsangur fyri sangarar)
  • Roynd í tónastigaspæli, arpeggio ella øðrum, tengdar at ávísu ljóðførunum, umframt improvisatión og gehørspæl.

Úrslitið frá undanroyndini er tøkt hjá próvdómarunum, men kann umsøkjari verða royndur í hoyrulæru, um próvdómarar meta, at hetta er neyðugt.

Skúlin útvegar ikki umsøkjarum klaverfylgispælara ella samanspælsbólk til upptøkuroyndir av sínum eintingum, men skúlin kann hjálpa umsøkjarum at finna ein.

Hoyrilæra og teori
  • Undanroynd í hoyrilæru og teori eru nakrar dagar innan royndina í høvuðsljóðføri. Hesar eru vegleiðandi.
Samrøða
  • Upptøkuroyndin endar við stuttari samrøðu millum umsøkjara og próvdómarar

Krøv til ymsu ljóðførini eru at síggja undir Lesiætlanir

Hvar finni eg frálærutilboðini?

Trýst á leinkið niðanfyri fyri at síggja frálærumøguleikarnar í Musikkskúla Miðnámi og fyri at tekna teg til upptøkuroynd. 

Aftur til fyrstu síðu