Skip to main content Skip to footer

KLASSISK DEILD

Í klassisku deildini er høvuðsgreinin antin eitt ljóðføri ella klassiskur sangur. Tónleikurin, ið arbeitt verður við í klassisku deildini, er vanliga niðurskrivaður og tulkaður umvegis nótar. 

Upptøkuroyndin til klassisku deildina

Høvuðsljóðføri
  • Umsøkjarin framførir tvey ella fleiri styttri verk/løg á egnum ljóðføri. Verkini eiga at umboða ymisk lyndiseyðkenni.
  • Roynd í blaðspæli ella framførsla av stuttum stykki, ið umsøkjari hevur fingið frammanundan (blaðsangur fyri sangarar)
  • Roynd í tónastigaspæli, arpeggio ella øðrum, tengdar at ávísu ljóðførunum.

Úrslitið frá undanroyndini er tøkt hjá próvdómarunum, men kann umsøkjari verða royndur í hoyrulæru, um próvdómarar meta, at hetta er neyðugt.

Skúlin útvegar ikki umsøkjarum klaverfylgispælara ella samanspælsbólk til upptøkuroyndir av sínum eintingum, men skúlin kann hjálpa umsøkjarum at finna ein.

Hoyrilæra og teori
  • Undanroynd í hoyrilæru og teori eru nakrar dagar innan royndina í høvuðsljóðføri. Hesar eru vegleiðandi.
 Samrøða
  • Upptøkuroyndin endar við stuttari samrøðu millum umsøkjara og próvdómarar.

Krøv til ymsu ljóðførini eru at síggja undir LESIÆTLANIR

Hvar finni eg frálærutilboðini?

Trýst á leinkið niðanfyri fyri at síggja frálærumøguleikarnar í Musikkskúla Miðnámi og fyri at tekna teg til upptøkuroynd. 

Aftur til fyrstu síðu