MUSIKKSKÚLA MIÐNÁM

MUSIKKSKÚLA MIÐNÁMEndamál:

  • at geva framkomnum næmingum eitt skipað undirvísingartilboð á miðnámstigi
  • lutvíst at nøkta tørvin á einari hollari grundútbúgving til áhugaleikarar
  • at fyrireika evnaríkar næmingar til framhaldslestur á lærdum tónlistarskúla

Skúlaárið:

  • byrjar í august 2019 og endar í juni 2020. Musikkskúla miðnám er eitt 3-ára skeið.

Upptøkuroyndir:

  • Upptøkuroyndir í høvuðsljóðføri eru í tíðarskeiðinum 5. mai til 8. mai 2019
  • Undanroyndir í hoyrilæru og teori  sum hjálærugrein, eru leygardagin 5. mai 2018
  • Umsøkjari skal persónliga møta til allar royndir. Møguleiki er at senda inn upptøkur um ein er bústiandi ella staddur uttanlands. Hetta skal avtalast við samskiparan á Musikkskúla miðnámi í góðari tíð
  • Freist at søkja er 15. mars 2019
  • Online tilmelding (á forsíðuni) til upptøkuroynd er virkin frá 20. februar 2019
X