Skip to main content Skip to footer

Stuttlig konsertferð við Allegro og Orkestur 2

Í gjár vóru Allegro og Orkestur 2 á konsertferð og vitjaðu bæði Kvívík og Vestmanna Skúla. Tey spældu fyrst í Kvívík, og so gekk leiðin til Vestmanna Skúla, har tey aftur spældu. Tað gekk ordiliga væl, og tey vóru væl nøgd við framførsluna.

Aftaná konsertina endaðu tey við eini hugnaligari løtu, har øll ótu pitsu á Disvoy í Vestmanna, áðrenn farið var aftur til Havnar. Talan var um eina væleydnaða ferð, har bæði orkesturnæmingar, lærarar og áhoyrarar høvdu eina góða uppliving.