Stella Polaris 2025
Frá 27.-29. mars 2025 verður Hátún í Tórshavnar Musikkskúla karmur um tónleikakapping fyri ungar evnaríkar tónleikarar, sum fara at framføra vand tónleikaverk fyri bæði áhoyrarum og einum dómarabólki við 5 fólkum. Til ber longu nú at melda til.
Stella Polaris hevur sum mál at styrkja og menna skapanargleðina hjá ungu tónleikarunum og vísa fjølbroytni í klassiska tónleikinum. Fyrsta kappingin varð hildin í 2014. Tey, sum hava vunnið elsta bólkin gjøgnum árini, eru:
- 2014 – Mattias Kapnas (klaver)
- 2015 – Alvi Joensen (gittar)
- 2017 – Dávur Birgisson (gittar)
- 2019 – Ernst Dánjalsson Remmel (trompet)
- 2021 – Aksel Dánjalsson Remmel (klaver)
- 2023 – Andrias Blaasvær (violin)
Stella Polaris hevur til endamáls at stuðlað og heiðrað okkara evnaríku tónleikarum, sum eru komnir langt á tónleikaleiðini. Fleiri av luttakarunum teljast nú millum tey fremstu ungu tónleikafólkini í Norðurlondum.
Kappast verður í fýra ymiskum aldursbólkum. Hesir eru:
- 0 til og við 11 ár
- 12 til og við 15 ár
- 16 til og við 19 ár
- 20 til og við 24 ár
Tilmeldingarfreistin er 1. februar 2025. Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Tórshavnar Musikkskúla