Skip to main content Skip to footer

Stella Polaris

Hetta vikuskiftið hevur kappingin Stella Polaris 2025 fyri ungar klassiskar tónleikarar verið hildin á Tórshavnar Musikkskúla fyri sjeyndu ferð. Met nógvir luttakarar vórðu partur av kappingini hesuferð, har heili 99 ungir tónleikarar framførdu væl vand tónleikaverk.

Tey ungu kappaðust í fýra ymsum aldursbólkum. Tveir teir yngstu kappaðust hósdagin, tann næst elsti fríggjadagin, og tann elsti kappaðist í gjár, leygardagin.

Dómararnir bóru fram, at uppgávan at skilja millum tey mongu dugnaligu fólkini var sera torfør, og at tónleikaliga støðið var óalmindiliga høgt.

 

Virðislønir vórðu latnar til hesar tónleikarar:

Bólkur 4 (20-24 ár)

1. virðisløn: Elin Rasmussen, violin

2. virðisløn: Ari Hammer Joensen, urga

3. virðisløn: Dan Eyðun Karbech Saxofon, gittar

 

Bólkur 3 (16-19 ár)

1. virðisløn: Helge Marius Greve, klaver

2. virðisløn: Ásgerð Stenberg Olsen, floyta

3. virðisløn: Mikkjal Davidsen, sello

Herðaklapp: Bjørn B. Patursson, sello

 

Bólkur 2 (12-15 ár)

1. virðisløn: Tóki Linduson Hentze, klaver

2. virðisløn: Sólja Ellen Rye, violin

3. virðisløn: Elisa Andrésen Arge, sangur

Herðaklapp: Annvør Róaldsdóttir, akkordeon

 

Bólkur 1 (0-11 ár)

1. virðisløn: David Caabay Nattestad, klaver

2. virðisløn: Tabita S. Christiansen, floyta

3. virðisløn: Steinbjørt Janet Høgnaberg, akkordeon & Emil Aaen Nordendal, klaver (deild virðisløn)

Herðaklapp: Yngvi Ferdinand Hamrá Holm, kontrabass

 

Dómarar til Stella Polaris 2025 vórðu

* Anna Klett, høvuðsdómari

* Jákup Lutzen, umboðandi tónleikagreinina í breiðari merking

* Jósef Zachariassen, umboðandi Tórshavnar Musikkskúla

* Monika Stauss Joensen, umboðandi FSO

* Andras Sólstein, umboðandi áhoyrarar

 

Vit ynskja øllum luttakarum hjartaliga tillukku við framførslunum og virðislønunum. Stella Polaris verður aftur um tvey ár í 2027.

 

Kappingin er stuðlað av Betri, Articon, SMS, Hiddenfjord, Leif Mohr, Bygma Balslev, Bakkafrost, Tórshavnar Kommuna, Hotel Brandan, Hotel Hafnia, Kopli Cups, Christian í Grótinum, Mál, Føroya Bjór og Kirvi.