Í dag spældu blásiorkestrini Spírar og Blástur frá Tórshavnar Musikkskúla sína árligu jólakonsert í miðbýnum. Hetta er ein afturvendandi siðvenja, sum gevur næmingum og lærarum høvi at vísa, hvat tey hava arbeitt við, meðan hon samstundis gevur ein serligan jólastemning bæði fyri avvarðandi og býarlívið sum heild.
Hesaferð var konsertin hildin uttanfyri Perluna í Tórsgøtu. Veðrið var kalt, men stilli, og nógv fólk møttu upp at lurta. Foreldur, ommur, abbar, systkin og nógv onnur steðgaðu á fyri at njóta tónleikin.
Blástur og Spírar eru orkestur, sum eru mannaði við næmingum úr musikkskúlanum, ið spæla alskyns blásiljóðføri.
Sí myndir frá konsertini her.