Skip to main content Skip to footer

Spírar og Blástur framførdu í Eysturskúlanum og Skúlanum á Fløtum

Í morgun framførdu blásiorkestrini hjá Tórshavnar Musikkskúla, Spírar og Blástur, fyri næmingum í Eysturskúlanum og Skúlanum á Fløtum. Spírar er yngra orkestrið, meðan Blástur fevnir um eldru næmingarnar. Framførslurnar eydnaðust sera væl, og bæði tónleikarar og áhoyrarar vóru væl nøgdir við løturnar.

Eftir framførslurnar komu orkestrini aftur í musikkskúlan, har tey fingu eina væl uppiborna pizza.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá teimum væleydnaðu konsertunum í Eysturskúlanum og Skúlanum á Fløtum.