Skip to main content Skip to footer

Rótfesti - konsert í Gulu smiðu

Rótfesti - konsert í Gulu smiðu

Hóskvøldið 31. oktober kl. 19.30 fær Gula smiðja eina serliga vitjan, tá bólkurin "Rótfesti" fer at framføra. Hetta er ein nýggjur bólkur, mannaður av dugnaligum næmingum úr musikkskúlanum, og undir leiðslu av Agnari Lamhauge, sum er kendur bæði frá bólkinum Enekk og sum tónaskald og lærari.

Við sær hava tey unga kvøðaran Kristian Jacobsen úr Saltangará, sum m.a. er kendur frá spurnarkappingini “Tú manst vita frá mongum at siga.” Bólkurin telir fleiri dugnalig ung, sum spæla á ymsum ljóðføri – frá floytu og klarinett til cello og klaver.

Tónleikurin, sum tey framføra, tekur støði í føroyskum kvæðum, vísum, skjaldrum og kingosangi, sum Agnar hevur lagt til rættis. Tey spæla eisini okkurt tilfar, sum tey sjálvi hava gjørt. Næmingarnir hava ymiska tónlistarliga bakgrund innan bæði klassiskan tónleik og jazz, og saman bróta tey nýggjar leiðir í føroyskum tónleiki.

Bólkurin hevur júst verið á einari konsertferð í Bodø, har tey vórðu væl fagnaði á tiltaki um siðbundnan tónlistaarv.

Konsertin í Gulu smiðju er ókeypis, so øll eru hjartaliga vælkomin at uppliva hetta forkunnuga kvøldið.