Mánadagin 27. januar 2025 høvdu næmingarnir í Ljóð í Leiki ein orkesturvenjingardag í Skúlanum við Løgmannabreyt. Dagurin byrjaði kl. 08.00. Tey vandu saman í bólkum, umframt at tey eisini vandu sum eitt stórt orkestur.
Ljóð í Leiki er eitt samstarv millum Tórshavnar Musikkskúla og Skúlan við Løgmannabreyt. Talan er um eitt serligt skúlatilboð, har ljóðførisundirvísing, hoyrilæra, teori og samanspæl eru dagligur partur av skúlagongdini í innskúlingini, sum er 1. til og við 3. flokk.
Ljóðførini, sum verða nýtt í Ljóð í Leiki, eru tvørfloyta, klarinett, saksofon, trompet og trombon.
Niðanfyri eru myndir frá degnum.