Messing- og saksofonnæmingar skapa jólastemning á Tjarnagarði
At fara út á stovnar í kommununi at spæla er ein fastur partur av virkseminum hjá musikkskúlanum – serliga í jólamánaðinum. Á hvørjum ári vitja næmingar stovnar, barnagarðar og eldrasambýli fyri at breiða gleði og skapa jólastemning. Hetta er ikki bara ein serlig løta fyri tey, sum lurta, men eisini ein góð venjing fyri næmingarnar, har teir sleppa at royna seg og uppliva, hvussu tónleikur kann gleða onnur.
Lærararnir í musikkskúlanum leggja stóran dent á týdningin av, at næmingarnir sleppa at framføra. Serliga, tá børn og ung spæla fyri fólki, sum veruliga gleðast um tónleikin.
Undir tekstinum eru myndir frá einari framførslu, tá messing- og saksofonnæmingar í Tórshavnar Musikkskúla vitjaðu á Tjarnagarði. Har spældu tey hugnaligan jólatónleik fyri búfólkunum. Gleðin var eyðsýnd, og nógv høvdu ilt við at halda smílið aftur, tá tey hoyrdu tónarnar.
Tórshavnar Musikkskúli takkar fyri góða móttøku og ynskir øllum eini gleðilig jól!