Skip to main content Skip to footer

Konsert við blásikvintettini Vindtro

Mánakvøldið 26. august kl. 19.30 spælir blásikvintettin Vindtro konsert í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.

Konsertskráin bjóðar verk og norðurlendskar sangir eftir danska tónaskaldið Carl Nielsen, Rued Langgaard, føroyska Kári Bæk, Atli K. Petersen og Paula í Sandagerði og íslendska Hafliði Hallgrímsson.
Vindtro er ein ung altjóða blásarakvintett, stovnað á vári í 2020, og tey eru japanska Erika Tani: Obo, íslendska Kristin Ýr Jónsdóttir: Floytu, norska Kamilla Bentzen: Klarinett og Peder Ravn Jensen: Fagott, og danska Julie Norén Solevad: Horn.
Blásarakvintettin er sprottin úr umhvørvinum á "Det Kongelige Danske Musikkonservatorium" í Keypmannahavn. Í 2023 fingu tey Léonie Sonnings Talentpris.
Konsertin er partur av norðuratlantiskari konsertferð í Danmark, Føroyum og Íslandi.