Skip to main content Skip to footer

Gentur úr Musikkskúlanum syngja løg eftir Knút Olsen í Vesturkirkjuni

Seinastu dagarnar hevur verið skipað fyri fleiri fagnaðarkonsertum kring landið í sambandi við heiðranina av tónaskaldinum Knúti Olsen. Konsertrøðin, sum telur heili fimm tiltøk, endar í dag við stóra endabrakinum á Knútsfagnaðinum í Vesturkirkjuni í Havn. Konsertin byrjar kl. 16, og her fara gentur úr Tórshavnar Musikkskúla at framføra løg hjá Knúti Olsen saman við strúkarum úr musikkskúlanum. Hetta er fyrstu ferð, at tey spæla saman, og genturnar og strúkararnir hava vant saman seinastu dagarnar. Framførslan verður ein serstøk løta at heiðra Knúti Olsen og hansara tónleiki.

Knút Olsen hevur gjørt nógvar vælkendar sangir, serliga barnasangir, sum eru vorðnir væl umtóktir millum bæði børn og vaksin.

Á stóra endabrakinum verður eisini framførd ein syrpa við átta sangum og sálmum, sum Knút Olsen hevur lagsmíðað, og sum Atli Kárason Petersen hevur skipað til framførsluna. Syrpan verður framførd av hornorkestri, solisti og felagskóri. Umframt syrpuna hjá stóra kórinum framføra kórini hvør sær eisini sangskattir hjá Knúti Olsen.

Luttakandi í tiltakinum eru GHM, Havnar Hornorkestur, Tórshavnar Kamarkór, Tarira, Havnarkórið, barnakórið hjá Tórshavnar Musikkskúla, Eystanljóð og Fuglafjarðar sangkór. Øll eru hjartaliga vælkomin í Vesturkirkjuna kl. 16 at njóta hesa serstøku tónleikaløtuna og heiðra eitt av okkara fremstu tónaskøldum.