Skip to main content Skip to footer

Frálæran byrjar aftur

Góðu næmingar og foreldur!

Vit vilja fegin boða frá, at frálæran í Tórshavnar Musikkskúla byrjar aftur. Øll einstaklingafrálæra byrjar mánadagin 19. august. Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur til eitt spennandi og læruríkt skúlaár.

Frálæran í orkestur, samanspæli og kór byrjar í viku 36.

Vit ynskja tykkum eitt gott og tónleikaríkt ár í Tórshavnar Musikkskúla.

Vinarliga,  
Tórshavnar Musikkskúli