Blásaradagur í Tórshavnar Musikkskúla
Í dag hava vit havt ein spennandi blásaradag í Tórshavnar Musikkskúla. Orkestrini Spírar og Blástur vóru við, og næmingarnir, sum eru í aldrinum 7 til 17 ár, møttu spentir tíðliga í morgun. Tey yngru spæla við Spírum, og tey eldru eru partur av Blástri.
Dagurin byrjaði við venjingum, har næmingarnir arbeiddi við løgum og tónleikaligum avbjóðingum. Miðskeiðis á degnum var ein stuttlig postarenning, har tey í bólkum loystu ymsar tónleikaligar uppgávur á átta ymiskum støðum í skúlanum. Hetta var bæði læruríkt og stuttligt.
Dagurin endaði við eini framførslu í Hátúni, har bæði Spírar og Blástur framførdu løg, sum tey høvdu vant.
Vit vilja takka øllum næmingum og lærarum fyri ein gevandi dag og eina góða og flotta konsert. Dagurin var ein sonn tónleikalig uppliving, og vit gleða okkum longu til næsta blásaradag!
Niðanfyri eru myndir frá konsertini.