Skip to main content Skip to footer

Starvsfólkasamrøður 2024/25

Sum vanligt fara vit at hava starvsfólkasamrøður í januar og februar mánaða. Endamálið við hesum samrøðum er at styrkja sambandið millum starvsfólk og leiðslu, og at skapa møguleika fyri samskifti í friði og náðum.

Starvsfólkasamrøðan er ein góður møguleiki hjá tykkum at:
- Framseta ynski og viðmerkingar
- Vísa á øki, har tit ynskja broytingar
- Koma við uppskotum til átøk
- Tosa um trivnað og motivatión

Vit hava sett ein hálvan tíma av til hvønn lærara. Um tørvur er á meiri tíð, kunnu vit áseta eina uppfylgjandi samrøðu.

Vegleiðing til at fylla út

Í ár skulu tit sjálvi velja tíðina, tá tað liggur fyri hjá tykkum at koma til samrøðu. Tíðirnar eru settar inn niðanfyri og eru allar týsdagar, mikudagar og hósdagar kl. 09.00, kl. 09.30 og kl. 10.00.

1. Skriva tykkara fulla navn.
2. Skriva tykkara teldupostadressu.
3. Vel eitt tíðspunkt úr dropdown-listanum.