Musikkskúlaskipanin varð sett á stovn sum ein royndarætlan í 1981. Trý ár eftir, í 1984, varð lógin samtykt og sett í gildi. Samstundis varð Tórshavnar Musikkskúli stovnaður sum stovnur í Tórshavnar Kommunu.
Lokið prógv frá musikkonservatorium, ella onnur hægri útbúgving innan tónleik krevst fyri at undirvísa í Musikkskúlaskipanini.
Land og kommuna gjalda hvør sína helvt til læraralønir, og Tórshavnar kommuna gevur umframt tað, eitt eykaískoyti til virksemið á skúlannum.
Tórshavnar Musikkskúli húsast á Landavegnum 84.
Í skúlanum starvast í løtuni fleiri enn 50 lærarar og hvørja viku fáa áleið 800 næmingar frálæru á einum ljóðføri. Frálæra er í ljóðførisspæli, størri og smærri samanspæli og bókligum fakum (teori, hoyrilæra, søga v. m.).
Umframt undirvísingina í musikkskúlanum samstarvar Tórshavnar Musikkskúli við aðrar mentanarstovnar, m.a Skúlan á Fløtum um Litir í Leiki skipanina, Skúlan við Løgmannabreyt um Ljóð í Leiki skipanina.
Tórshavnar Musikkskúli samstarvar eisini við Glasir og Setrið um frálæru í tónleiki.
Musikkskúla miðnám og Orgulleikaraútbúgvingin eru partur av Tórshavnar Musikkskúla. Les meira um skipanirnar HER
Skrivstovan er opin
Mánadag kl. 09.00 – 16.00
Týsdag kl. 11.00 – 16.00
Mikudag kl. 09.00 – 16.00
Hósdag kl. 11.00 – 16.00
Fríggjadag kl. 09.00 – 14.00
Telefonavgreiðsla er:
Mánadag - Fríggjadag kl. 11.00 - 15.00
Teldupostur: musikkskulin@torshavn.fo
Telefon: 302470
Frítíðarætlan skúlaárið 24-25
Summarfrítíð |
26. juni 2024 |
14. august 2024 |
Heystfrítíð |
12. oktober 2024 |
20. oktober 2024 |
Jólafrítíð |
21. desember 2024 |
01. januar 2025 |
Tveir lagdir frídagar | 10. februar 2025 |
11. februar 2025 |
Vetrarfrítíð |
12. februar 2025 |
16. febbruar 2025 |
Páskafrítíð |
12. apríl 2025 |
21. apríl 2025 |
Flaggdagur |
25. apríl 2025 |
|
Dýri Biðidagur |
16. mai 2025 |
|
Kr. Himmalsfarardagur |
29. mai 2025 |
|
Grundlógardagur |
05. juni 2025 |
|
Hvítusunnufrítíð |
08. juni 2025 |
09. juni 2025 |
Summarfrítíð |
27. juni 2025 |
12. august 2025 |