Tónleikaundirvísing er ikki gomul í Føroyum, og áðrenn 1900 er lítið. ið bendir á, at slík undirvísing hevur verið. Onkur hevur ivaleyst verið, ið hevur dugað at spælt upp á okkurt ljóðføri, men ikki í tann mun, at tað hevur sett síni spor.
Harafturímóti hevur verið eitt ríkt “vokalt” sanglív, tá ið tað snýr seg um sálmasang, kingosang og kvøðing.
Tann fyrsti, ið vit við vissu kunnu siga, gjørdi nakað við tónleikaundirvísing í Havn var bakarin Georg Hansen, vanliga kallaður Bager Hansen. Hann kom av Bornholm til Havnar at baka umleið aldarskifti 18-1900. Hann var sera musikalskur og kundi spæla upp á nógv ljóðføri. Hann undirvísti í nógv ár í ymsum ljóðførum. Sambært William Heinesen kundi hann spæla upp á øll musikkinstrument, og einki er at taka seg aftur í, at hann hevur kveikt lív í tónleikaundirvísingina í Tórshavn.
Tíðliga í 20. øld vóru orkestur stovnað ymsastaðni í Føroyum. Tað fyrsta er Havnar Hornorkestur, ið bakar Hansen fekk stovnað í 1903 undir navninum “Tjaldur”, seinni er navnið broytt til Havnar Hornorkestur. Harmoniorkestri GHM varð stovnað í 1922 til minnis um bakar Hansen.
Orsøkin til, at horn/harmoniorkestrini eru drigin fram her, er, at her byrjar fyri ein stóran part “kvalifiserað” tónleikaundirvísing. Hægri tónleikaundirvísing frá 1950 til inn í 80árini fer, burtursæð frá Tórshavnar Musikkskúla, stórt sæð fram í horn/harmoniorkestrunum. Orkestrini settu høgt kvalifiseraðar lærarar, og tey, sum í hesum tíðarskeiði eru farin víðari undir tónleikaútbúgving á konservatoriir í okkara grannalondum komu fyri stórsta partin úr hesum orkestrunum.
Í 1942 varð Tórshavnar Musikkskúli settur á stovn sum ein privatur skúli, og hevði hann eitt ávíst virksemi í Tórshavn, har hann gav frálæru í klaver og streingjainstrumentum.
Frá 50unum og inn í 80árini hevði hann av og á høgt útbúnar lærarar, men virksemi hansara røkk ikki út um Tórshavn og var nakað avmarkað, helst av fíggjarligum orsøkum. Í 1985 varð virksemi hansara yvirtikið av tí nýstovnaða Tórshavnar Musikkskúla hjá Tórshavnar Kommunu.
Í 60árunum setti landsstýrið eina ávísa upphædd á fíggjarlógina til tónleikaundirvísing. Henda upphædd var ætlað til læraralønir hjá teimum musikkskúlum, sum høvdu eina ávísa undirvísing, og til keyp av ljóðførum.
Henda skipan setti gongd á kvalifiseraða undirvísing, tí nú var partvíst fíggjarligt grundarlag fyri hesi. Horn/Harmoniorkestrini og kórini fingu sær venjara, og feløg fingu hjálp til at gjalda toll av ljóðførum. Musikkskúlar vóru settir á stovn ymsastaðni í landinum, men enn var tað alt ov stór fíggjarlig byrða hjá teimum ymsu orkestrunum og skúlunum, tí tey skuldu gjalda stórsta partin sjálvi, men treyðugt so, gongd var kom á, og hon helt fram.
Tá ið lógin um musikkskúlar varð viðtikin, fall henda konto burtur.
Í 1981 fekk Landsskúlafyrisitingin frá landsstýrismonnunum í fíggjar- og mentamálum álagt at skipa fyri einum Royndarmusikkskúla.
Skúlaárið 1981/82 vóru 2 fulltíðarstørv og 2 hálv størv sett innan Roynarmusikkskúlan – 2 størv í Havn 1/2 í Fuglafirði og eitt 1/2 starv, sum fevndi um Gøtu Leirvík og Fuglafjørð.
Áhugin fyri skúlanum gjørdist frá fyrsta degi stórur, men ógjørligt var at ganga øllum ynskjunum á møti. Roynt varð tó sum best at býta peningin millum teir ymsu musikkskúlarnar.
Skúlaárið 1983/84 vóru 14 lærarar í skipanini, og seinasta árið royndarmusikkskúlin virkaði vóru enn fleiri lærarar settir, men bert ein lítil partur av teimum næmingum, sum vildu hava eina kvalifiseraða tónleikaundirvísing, høvdu møguleikan.
Royndarmusikkskúlin hevði víst, at neyðugt var at fáa skipað viðurskifti á økinum. At tað var neyðugt var við eini lóg um musikkskúlar var øllum greitt.
Í 1983 varð nevnd sett at gera uppskot til lóg um musikkskúlar. Álitið varð handað Landsskúlaráðgevaranum í apríl 1984.
Nevndin hevði hugsað sær, at skúlarnir vóru skipaðir sum sjálvstøðugir kommununalir musikkskúlar, og at tað vóru kommunurnar, ið høvdu ábyrgdina, men uppskotið varð broytt soleiðis, at ein leiðari varð settur at samskipa lærarakreftirnar millum teir ymsu musikkskúlarnar, tí hildið varð, at skúlarnir ikki komu at hava nóg nógvar næmingar til ávís instrument, og neyðugt var við eini samskipan millum teir ymsu musikkskúlarnar.
7. juni 1984 kom í gildi lóg um stuðul til musikkskúlar.
Sambært hesi lóg skal skúlin geva vokal- og instrumentalundirvísing, undirvísing í samanspæli og –sangi.
Lærarnir skulu hava musikkpædagogisk prógv frá musikkkonservatorium ella aðra líknandi hægri útbúgving.
Ikki kann sigast annað enn, at Havnin hevur eitt ríkt tónleikalív, men júst hesin áhugin er størsti trupulleikin hjá musikkskúlanum, tí bíðilistarnir eru so langir. Tørvur er á fleiri tímum, fleiri lærarum og ikki minst á undirvísingarhølum, men sum við so mongum øðrum , so seta teir fíggjarligu karmarnir nøkur mørk.
Skúlin undirvísir í so at siga øllum ljóðførum, harumframt eisini í musikkteori, hoyrilæru og orkesturspæli. Tórshavnar Musikkskúli hevur eisini miðnámstilboð og PO (fyrireikandi organist tilboð).
Umleið 800 næmingar fáa ljóðførisundirvísing hvørja viku, og í løtuni starvast 52 lærarar í musikkskúlanum.
Tórshavnar Musikkskúli hevur húsast á Frúutrøð og í Skansastovu síðani 1984. Við tíðini hevur skúlin víðka um sítt virksemi og tað gjørdist greitt, at tørvur fór at verða á fleiri hølum og tíðarhóskandi umstøðum. Í 2017 tók Tórshavnar Kommuna endalig stig til at byggja ein nýggjan musikkskúla. Við skúlaársbyrjan 2019 stóð hesin nýbygningur liðugur og nýggi musikkskúlin við Landavegin varð tikin í nýtslu.