Tórshavnar Musikkskúli er sandkorn á heimsins dansigólvi. Um 20 ár er sandkornið ein stór glitrandi perla – ein tónleikamiðdepil, sum hevur vakt altjóða ans.
Høvuðsuppgáva og endamál
Endamálið hjá Tórshavnar Musikkskúla er:
- at menna musikalsku gávur næminganna
- at vekja ans fyri tónleiki
- at leggja støði undir einum ríkum musikklívi og skipa fyri konsertum.
Yrki skúlans fer fram í samarbeiði við heim, skúla og aðrar musikkfelagsskapir.
Tórshavnar Musikkskúli veitir grundútbúgving og miðnámsútbúgving í sangi og/ella instrumentalundirvísing, samanspæli, í orkesturspæli og kórsangi. Støðið í udirvísingini verður tikið í kunnleikanum um tónleik í breiðum høpi, og um nýggjar og gamlar framburðarhættir innan tónleikin. Harafturat skipar skúlin fyri næmingaframførslum.
Framtíðarmynd
Tórshavnar Musikkskúli er:
- smidligur, framkomin og altjóða viðurkendur skúli, sum bjóðar fullfíggjað tilboð á høgum fakligum stigi til børn og ung.
- eitt mennandi og skapandi arbeiðspláss.
- virkin leikari í tónleikalívinum í býnum.