Musikkskúlaskipanin varð sett á stovn sum ein royndarætlan í 1981. Trý ár eftir, í 1984, varð lógin samtykt og sett í gildi. Samstundis varð Tórshavnar Musikkskúli stovnaður sum stovnur í Tórshavnar Kommunu.
Lokið prógv frá musikkonservatorium, ella onnur hægri útbúgving innan tónleik krevst fyri at undirvísa í Musikkskúlaskipanini.
Land og kommuna gjalda hvør sína helvt til læraralønir, og Tórshavnar kommuna gevur umframt tað, eitt eykaískoyti til virksemið á skúlannum.
Tórshavnar Musikkskúli húsast á Landavegnum 84.
Í skúlanum starvast í løtuni fleiri enn 50 lærarar og hvørja viku fáa áleið 800 næmingar frálæru á einum ljóðføri. Frálæra er í ljóðførisspæli, størri og smærri samanspæli og bókligum fakum (teori, hoyrilæra, søga v. m.).
Umframt undirvísingina í musikkskúlanum samstarvar Tórshavnar Musikkskúli við aðrar mentanarstovnar, m.a Skúlan á Fløtum um Litir í Leiki skipanina, Skúlan við Løgmannabreyt um Ljóð í Leiki skipanina.
Tórshavnar Musikkskúli samstarvar eisini við Glasir og Setrið um frálæru í tónleiki.
Musikkskúla miðnám og Orgulleikaraútbúgvingin eru partur av Tórshavnar Musikkskúla. Les meira um skipanirnar HER
Samskipari
Skrivstovufólk
Skúlatænari