Upptøkuroynd til Musikkskúlamiðnám
Um tú ynskir at ganga á Musikkskúlamiðnámi, skalt tú fyrst til eina upptøkuroynd, sum verður hildin á hvørjum ári fyrst í mai.
Næsta upptøkuroynd til Musikkskúlamiðnám
Upptøkuroynd til Musikkskúlamiðnám verður hildin fyrst í mai. Tilmeldingin er opin frá 1. desember, og freistin at melda til er 15. mars. Øll, ið ynskja at byrja á Musikkskúlamiðnámi, skulu til upptøkuroynd.
Fyri at melda til, skalt tú fyrst velja deild, síðani høvuðsfak niðast á síðuni.
Tilmeldingarfreist er 15. mars
Hvussu er ein upptøkuroynd?
Soleiðis kemur tú inn á Musikkskúlamiðnám
Um tú ynskir at ganga á Musikkskúlamiðnámi, skalt tú fyrst til eina upptøkuroynd.
Tilmelding til upptøkuroynd
Tilmelding til upptøkuroynd fer fram umvegis heimasíðu musikkskúlans www.tm.fo
- Vel breddan Musikkskúlamiðnám (ovast til høgru)
- Vel deildirnar (klassiskt, rútmiskt ella framleiðsludeild)
- Vel ljóðføri / høvuðsfak og melda til
Søkir tú inn á framleiðsludeildina
Skalt tú senda eina ljóðfílu við tínum egna tónleiki. Ljóðfílan skal vera mp3, wav, aiff ella líknandi. Eru nótar til verkið, skulu hesir eisini sendast sum pdf.
Ljóðfílan skal innihalda minst tvey verk. Tónleikurin má í mesta lagi vera 15 minuttir í alt.
Freistin at senda inn er ein mánað áðrenn upptøkuroyndina. Tilfarið skal sendast til musikkskulin@torshavn.fo
Meting
Tá ið tú skalt til upptøkuroynd á Musikkskúla Miðnámi, er tað ein próvnevnd, sum metir, um tú ert egnað(ur) til at byrja. Metingin verður gjørd eftir 7-skalanum. Upptøkuroyndin endar við einum stuttum práti millum teg og próvnevndina. Í metingini verður serliga hugt eftir, um tú innan trý ár kanst náa einum støði, sum svarar til upptøkuroynd til hægri lærustovn.
Tað er týdningarmikið, at tú, umframt førleikar, vísir evni og tónleikaligt úttrykk. Vit mæla tær tí til at velja løg ella verk, sum tú megnar væl og følir teg tryggan við. Søkir tú inn á framleiðsludeild verður væntað, at tú sendir inn liðug verk ella liðug ljóðbland.
Praktisk kunning
Umleið 30 minuttir eru settir av til upptøkuroyndina, íroknað meting og prát. Royndirnar verða hildnar í einum róligum og hugnaligum umhvørvi, og ljóðanlegg er tøkt, um tørvur er á tí.
Musikkskúlin útvegar ikki klaverfylgispælara ella samanspælsbólk til royndina, men kann vísa til tónleikarar, um tørvur er á tí. Eisini ber til at brúka "backing track"
Um ein ynskir tað, eru avvarandi vælkomin til royndina, men ikki til sjálva metingina.
Fyrireika teg til
upptøkuroyndina til
klassiskt miðnám
Høvuðsfak
Til upptøkuroyndina skal umsøkjari framføra:
- Tvey verk við ymiskum huglagi (íalt 10 min), torleikastig samsvarandi 4-5- stig hjá Associated Board. Minst eitt av verkunum skal verða framført við fylgispæli. Hetta er ikki ein treyt fyri akkordljóðføri (t.d. klaver, gittar, akkordeon og orgul).
- Skalar og trýklangir upp til og við trý fortekn
- Prima vista spæl
Umleið 30 minuttir eru settir av til upptøkuroyndina, íroknað meting og prát.
Dømi um Prima Vista roynd í høvuðsfaki:
- Prima Vista, Fagott
- Prima Vista, Trombon
- Prima Vista, Violin
- Prima Vista, Akkordeon
- Prima Vista, Sello
- Prima Vista, Slagverk
- Prima Vista, Klaver
- Prima Vista, Trompet
- Prima Vista, Saksofon
- Prima Vista, Klarinett
- Prima Vista, Viola (bratch)
- Prima Vista, Sangur
- Prima Vista, Euphonium
- Prima Vista, Horn
- Prima Vista, Tvørfloyta
- Prima Vista, Gittari
Fyrireika teg til
upptøkuroyndina til
rútmiskt miðnám
Høvuðsfak
Til upptøkuroyndina skalt tú spæla ella syngja minst 2 tónleikaverk við ymiskum huglagi (í alt 10 minuttir). Minst eitt av teimum skal verða framført við fylgispæli. Eisini ber til at brúka "backing track".
Tað er ynskiligt, at improvisatión er partur av framførsluni.
Eisini er roynd í Prima Vista (sí dømi niðanfyri)
Dømi um prima vista roynd:
Fyrireika teg til
upptøkuroyndina til
framleiðslu miðnám
Høvuðsfak
Til upptøkuroyndina skalt tú senda inn minst tvey verk, sum eru ymisk í stíli og dámi. Tað kann m.a. vera elektronisk verk, verk, sum tú hevur komponerað, sangir, sum tú hevur skrivað, tilfar, sum tú hevur framleitt og/ella miksað/mastrað o.s.fr.
Tónleikurin skal vera í alt millum 10 - 15 minuttir og vísa tínar skapandi, listarligu og/ella teknisku førleikar.
Tilfar at senda inn:
Freistin at lata tilfarið inn er umleið ein mánað áðrenn upptøkuroyndina, sum vanliga er fyrst í mai.
Tilfarið verður sent til musikkskulin@torshavn.fo – skriva "upptøka til Musikkskúlamiðnám"