Gerandisdagurin á Musikkskúlamiðnámi
Á Musikkskúlamiðnámi ert tú partur av einum umhvørvi við nógvum tónleiki, vinum, stuttligum upplivingum og spennandi avbjóðingum.
Eitt sindur um frálæruna
Á Musikkskúlamiðnámi lærir tú nógv ymiskt, bæði praktiskt og ástøðiligt. Hvørja viku hevur tú tímar í høvuðsfaki og hjálærugreinum sum klaver, tónleikaástøði og hoyrilæru. Vit royna at leggja felagstímarnar týsdag og hósdag, so tú fært ein skipaðan undirvísingardag. Aðrar undirvísingartíðir verða avtalaðar millum teg og avvarandi lærara.
Frálæran verður í størstan mun skipað soleiðis, at tú samstundis kanst ganga í skúla ella arbeiða meðan tú ert á Musikkskúlamiðnámi.
Skúlagongdin er umleið 9 tímar um vikuna. Vit leggja tímatalvuna við atliti til, hvar tú býrt, og tú mást rokna við minst tveimum frálærudøgum um vikuna og møtiskyldu í øllum lærugreinum.
Frálæran fer í stóran mun fram í Tórshavnar musikkskúla, har umstøðurnar eru góðar. Musikkskúlamiðnám hevur samstarv við Føroya Symfoniorkestur og aðrar mentanarstovnar í býnum, sum stuðla undir tónleikaligu menningini hjá næmingunum.
Frálæran í Musikkskúlamiðnámi fevnir um
Innihald á Musikkskúlamiðnámi:
- Einstaklingafrálæra: 90 minuttir um vikuna.
- Hjálærugrein klaver: 30 minuttir um vikuna (tó undantikið akkordljóðføri)
Harumframt bólkafrálæra:
- Tónleikaástøði: 60 minuttir um vikuna
- Hoyrilæra: 60 minuttir um vikuna.
- Samanspæl og orkestur: 90 minuttir um vikuna.
- Felagstími (Kór og annað): 90 minuttir um vikuna.
Vallærugreinir:
Umframt kravda frálæru ber til, eftir egnum ynski, at velja millum hesar vallærugreinir:
- Musikksøga og greining
- Improvisatión
- Sangskriving
- Tónleikaframleiðsla
- Tónasmíð