Á rútmisku deildini á Musikkskúlamiðnámi er høvuðsgreinin annaðhvørt eitt ljóðføri ella rútmiskur sangur. Henda leiðin er ætlað teimum, ið ynskja at arbeiða við rútmiskum tónleiki, spæla í bólkum ella orkestrum, ella virka sum solistar.
Tónleikurin, ið arbeitt verður við á rútmisku deildini, kann bæði vera niðurskrivaður, avlurtaður, sjálvskrivaður ella byggja á ófyrireikaða framførslu (improvisatión).
Eftir 1. og 2. árið skalt tú til ársroynd. Um úrslitið ikki er nøktandi, kanst tú ikki halda fram. Eftir 3. árið endar útbúgvingin við eini próvtøku, har krøvini samsvara við upptøkukrøvini á hægri lærustovnum.
Tá tú hevur staðið Musikkskúlamiðnám, fært tú prógv, sum vísir tíni próvtøl og lýsir, hvørji fak, tú hevur havt.
Fyrireika teg til
upptøkuroyndina til
rútmiskt miðnám
Høvuðsfak
Til upptøkuroyndina skalt tú spæla ella syngja minst 2 tónleikaverk við ymiskum huglagi (í alt 10 minuttir). Minst eitt av teimum skal verða framført við fylgispæli. Eisini ber til at brúka "backing track".
Tað er ynskiligt, at improvisatión er partur av framførsluni.
Eisini er roynd í Prima Vista (sí dømi niðanfyri)
Dømi um prima vista roynd: