Skip to main content Skip to footer

Klassisk deild

Á klassisku deildini er høvuðsgreinin annaðhvørt eitt ljóðføri ella klassiskur sangur. Vit arbeiða við tónleiki, sum vanliga er skrivaður niður og verður tulkaður gjøgnum nótar.

Eftir 1. og 2. árið skalt tú til ársroynd. Um úrslitið ikki er nøktandi, kanst tú ikki halda fram. Eftir 3. árið endar útbúgvingin við eini próvtøku, har krøvini samsvara við upptøkukrøvini á hægri lærustovnum. 

Tá tú hevur staðið Musikkskúlamiðnám, fært tú prógv, sum vísir tíni próvtøl og lýsir, hvørji fak, tú hevur havt. 

Fyrireika teg til 
upptøkuroyndina til
klassiskt miðnám

Høvuðsfak

Til upptøkuroyndina skal umsøkjari framføra:

  • Tvey verk við ymiskum huglagi (íalt 10 min), torleikastig samsvarandi 4-5- stig hjá Associated Board. Minst eitt av verkunum skal verða framført við fylgispæli. Hetta er ikki ein treyt fyri akkordljóðføri (t.d. klaver, gittar, akkordeon og orgul).
  • Skalar og trýklangir upp til og við trý fortekn
  • Prima vista spæl

Umleið 30 minuttir eru settir av til upptøkuroyndina, íroknað meting og prát. 

Dømi um Prima Vista roynd í høvuðsfaki: