Á framleiðsludeildini kanst tú velja millum høvuðsgreinirnar sangskriving, tónasmíð, elektroniskan tónleik og tónleikaframleiðslu. Hetta er deildin fyri teg, sum hevur áhuga í at skapa og framleiða tónleik, antin tað er við at skriva sangir, komponera klassiskan tónleik ella arbeiða við elektroniskum ljóði.
- Um sangskriving er títt høvuðsfak, verður dentur lagdur á lagsmíð, tekstskriving og tónleikaligt úttrykk.
- Um tónasmíð er títt høvuðsfak, verður dentur lagdur á at arbeiða við harmonium, temaskriving, útsetingum og greining.
- Um elektroniskur tónleikur er títt høvuðsfak, verður dentur lagdur á at arbeiða við forritum og tøkni, sum hoyra elektroniska tónleikinum til. Harumframt lærir tú at gera upptøkur í studio og til live framførslur.
- Um tónleikaframleiðsla er títt høvuðsfak, verður dentur lagdur á bæði kreativt og tøkniligt arbeiðið í mun til tónleikaframleiðslu – frá upptøkum til endalig miks.
Á framleiðsludeildini verður dentur lagdur á at menna tíni skapandi evni og geva tær amboð at menna títt persónliga úttrykk. Í frálæruni arbeiða vit bæði við tínum egna tilfari og við spennandi uppgávum, sum styrkja tínar førleikar.
Eftir 1. og 2. árið skalt tú til ársroynd. Um úrslitið ikki er nøktandi, kanst tú ikki halda fram. Eftir 3. árið endar útbúgvingin við eini próvtøku, har krøvini samsvara við upptøkukrøvini á hægri lærustovnum.
Tá tú hevur staðið Musikkskúlamiðnám, fært tú prógv, sum vísir tíni próvtøl og lýsir, hvørji fak, tú hevur havt.
Fyrireika teg til
upptøkuroyndina til
framleiðsludeildina
Høvuðsfak
Til upptøkuroyndina skalt tú senda inn minst tvey verk, sum eru ymisk í stíli og dámi. Tað kann m.a. vera elektronisk verk, verk, sum tú hevur komponerað, sangir, sum tú hevur skrivað, tilfar, sum tú hevur framleitt og/ella miksað/mastrað o.s.fr. Tónleikurin skal vera í alt millum 10 og 15 minuttir og vísa tínar skapandi, listarligu og/ella teknisku førleikar.
Tilfar at senda inn:
Freistin at lata tilfarið inn er umleið ein mánað áðrenn upptøkuroyndina, sum vanliga er fyrst í mai.
Tilfarið verður sent til musikkskulin@torshavn.fo – skriva "upptøka til Musikkskúlamiðnám"