Skip to main content Skip to footer

Á Musikkskúlamiðnámi eru tríggjar deildir

Tú kanst lesa meira um innihaldið á deildunum á hesi síðu.

Klassisk deild

 

Á klassisku deildini er høvuðsgreinin annaðhvørt eitt ljóðføri ella klassiskur sangur. Henda leiðin er ætlað teimum, ið ynskja at arbeiða við klassiskum tónleiki, spæla í bólkum ella orkestrum, ella virka sum solistar. Tónleikurin, vit arbeiða við, er vanliga skrivaður niður og tulkaður gjøgnum nótar.

At spæla ein skeivan nóta hevur ongan týdning; at spæla uttan eldhuga er ófyrigeviligt.

Ludwig van Beethoven

Rútmisk deild

 

Á rútmisku deildini á Musikkskúlamiðnámi er høvuðsgreinin annaðhvørt eitt ljóðføri ella rútmiskur sangur. Henda leiðin er ætlað teimum, ið ynskja at arbeiða við rútmiskum tónleiki, spæla í bólkum ella orkestrum, ella virka sum solistar. 

Tónleikurin, ið arbeitt verður við á rútmisku deildini, kann bæði vera niðurskrivaður, avlurtaður, sjálvskrivaður ella byggja á ófyrireikaða framførslu (improvisatión).

Jazzur er ikki bert tónleikur, tað er ein lívsstílur, ein máti at vera til, ein máti at hugsa.

Nina Simone

Framleiðsludeildin

 

Á framleiðsludeildini kanst tú velja millum høvuðsgreinirnar sangskriving, klassiskt tónasmíð, elektroniskan tónleik og tónleikaframleiðslu. Hetta er deildin fyri teg, sum hevur áhuga í at skapa og framleiða tónleik, antin tað er við at skriva sangir, komponera klassiskan tónleik ella arbeiða við elektroniskum ljóði.

  • Um sangskriving er títt høvuðsfak, verður dentur lagdur á lagsmíð, tekstskriving og tónleikaligt úttrykk.
  • Um klassiskt tónasmíð er títt høvuðsfak, verður dentur lagdur á at arbeiða við harmonium, temaskriving, útsetingum og greining.
  • Um elektroniskur tónleikur er títt høvuðsfak, verður dentur lagdur á at arbeiða við forritum og tøkni, sum hoyra elektroniska tónleikinum til. Harumframt lærir tú at gera upptøkur í studio og til live framførslur.
  • Um tónleikaframleiðsla er títt høvuðsfak, verður dentur lagdur á bæði kreativt og tøkniligt arbeiðið í mun til tónleikaframleiðslu – frá upptøkum til endalig miks.

Á framleiðsludeildini verður dentur lagdur á at menna tíni skapandi evni og geva tær amboð at menna títt persónliga úttrykk. Í frálæruni arbeiða vit bæði við tínum egna tilfari og við spennandi uppgávum, sum styrkja tínar førleikar.

The record producer is the music world's equivalent of a film director.

Phil Ramone