Musikkskúlakonsertin 2024
Musikkskúlakonsertin 2024 verður hildin fríggjadagin 31. mai í Tórshavnar Musikkskúla.
Trýst á myndina til høgru fyri at síggja skránna.
Musikkskúlakonsertin 2024 bjóðar ein dag við konsertum, har bólkar, kór og orkestur úr Tórshavnar Musikkskúla fáa møguleikan at framføra. Konsertirnar verða í Hátúni og í Gjónni.
Vónandi verður dagurin hugnaligur og gevandi fyri øll.
Góðan festival!