Skip to main content Skip to footer

Musikkskúla Miðnám

HVAT ER MUSIKKSKÚLA MIÐNÁM?

 

Endamálið við musikkskúla miðnámi er:

  • at geva áhugaleikarum í Føroyum eina holla tónleikaútbúgving.
  • at næmingurin fær kunnugleika, vitan og førleikar fyri at útinna og skapa tónleik.
  • at geva næmingum ein møgulieiki at rannsaka og menna síni tónleikaligu evni við støði í høvuðsljóðførinum, stuðla av tilhoyrandi hjálærugreinum.
  • at fyrireika evnaríkar næmingar til nám á hægri tónlistaskúla.
  • at stimbra tónleikalívið í Føroyum.

Visjón

Musikkskúlamiðnámsútbúgvingin er ein 3 ára tónleikaútbúgving, ið gevur framkomnum næmingum eitt skipað undirvísingartilboð á miðnámsstigi. Tað er Tórshavnar Musikkskúli, sum bjóðar út og skipar frálæruna í Musikkskúlamiðnám.

Visjónin er at musikkskúla miðnáms útbúgvingin er framrættað, og at útbúgvingin megnar at røkja og menna undirvísingina av ungum tónleikatalentum í samstarvi við musikkskúlar og aðrar viðkomandi samstarvsfelagar í Føroyum og uttanlanda.

Yvirskipað mið fyri læruúrtøku í musikkskúla miðnámi

Næmingur í musikkskúla miðnámi fær frá byrjan bjóðað eina trý ára skeiðstíð, sum er listaliga og handverksliga grundað. Hetta merkir at musikkskúla miðnám gevur næminginum grundleggjandi vitan, fimi og førleikar til tess at kunna íðka og skapa tónleik. Útbúgvingin gevur næminginum grundarlag fyri upptøku á hægri tónleikaútbúgving.

  • Musikkskúla miðnám gevur næminginum møguleika at granska og menna sítt tónleikavirki við støði í aktuella høvuðsfaksøkinum.

  • Næmingurin verður tilvitaður um egið tónlistaligt úttrykk og tónlistaligu eginleikarnar í ljóðførinum, og skilir at íðka og menna hetta við listaligari megi og fatan av tónlistaligari heild.

  • Næmingurin megnar at tónseta, improvisera, niðurskriva og framleiða egnan tónleik og grunda yvir egnan tónleik, eins og tónleik hjá øðrum.

  • Næmingurin er førur fyri at taka støðu til tónleik og til egnan tónlistaligan samleika í einum søguligum, samfelagsligum og vinnuligum sjónarhorni, og kann skapa yrkisroyndir fyri sítt tónlistaliga virksemi.

    Eftir loknan lestur í msuikkskúlam miðnámi hevur einstaki næmingurin ognað sær hesa læruúrtøku:

Vitan

Einstaki næmingurin skal:

  • hava vitan um tónleikafakliga praksis, háttaløg og ástøði, sum mynda tónleikavirki í einum modernaðum, globaliseraðum heimi.

  • kunna skilja og grunda yvir tónleikafakliga praksis, háttaløg og ástøði

  • hava kunnleika um møguleikarnar fyri hægri tónleikaútbúgving

Fimi

Einstaki næmingurin skal:

  • kunna nýta tónleikafaklig háttaløg, amboð og listaformar eins og almennan kunnugleika, ið knýta seg at aktivari luttøku í tónleikalívinum

  • kunna meta um tónleikafakligar avbjóðingar og spurdómar, umframt kunna nýta viðkomandi loysnafrymlar og taka skikkaðar listaligar avgerðir

  • kunna miðla tónlistalig úttrykk og tónleikafakligar spurdómar til bæði yrkisfelagar og ikki-spesialistar

Førleikar

Einstaki næmingurin skal:

  • kunna ásanna og handfara skapandi avbjóðingar í menningini og útinnanini av einum tónleikavirki í einum globaliseraðum heimi

  • kunna stíga fram í tónlistaligum samanhangum við einum persónligum úttrykki

  • kunna vera partur av tónlistaligari samvirkan og í tvørfakligum samstarvi á semiprofessionellum støði

  • kunna eyðmerkja egnan lærutørv og skapandi menningarmøguleikar og arbeiðsavrik í mun til gerandisdagin og til eina møguliga hægri tónleikaútbúgving

  • á hollan hátt kunna søkja um upptøku á eini hægri útbúgving.

 

UM NÁMSÆTLANIR

Hjálagda námsætlan fyri musikkskúla miðnám er tað sum einstaki næmingurin væntast at røkka gjøgnum undirvísingina.
Tað avgerandi í námsætlanarhugsanini er førleikahugtakið, og námsætlanirnar lýsa, hvørjar førleikar ein næmingur væntast at røkka, tá ein er farin gjøgnum eina undirvísingargongd.

Karmurin fyri námsætlanirnar fyri musikkskúla miðnám skilir millum vitan, fimi og førleikar:

  • Vitan fevnir um faktuella vitan, ástøðiliga og hugtaksliga vitan, framferðar- ella frumregluvitan og praktiska vitan

  • Fimi fevnir um nýtslu av tilognaðari vitan og knowhow til tess at útinna uppgávur og uppgávuloysn

Førleikar fevna um nýtslu av vitan og fimi (persónligt, sosialt og háttabundið), íroknað førleikan at kunna grunda yvir vitan og fimi

Førleikar verða mentir gjøgnum vitan og fimi, umframt hugburðir og virði í einum sínámillum og skiftivirknandi samanspæli. Málið fyri vitan og fimi er grundarlag fyri teimum førleikum, ið næmingarnir væntast at tilogna sær.

Yvirskipaðu førleikamálini lýsa hvat ein miðal-næmingur væntast at duga eftir at hava gjøgnumført undirvísingina í einum givnum faki á musikkskúla miðnami eftir lokið prógv.

Fyri hvørt yvirskipað førleikamál verður ein ávís nøgd av undirskipaðum málum allýst, ið skal vísa hvat næmingurin væntast duga (fimismál) og vita (vitanarmál) til tess at røkka førleikamálinum. Hesi málpør lýsa yvirskipaðu førleikamálini fyri hvørt førleikaøki gjøllari.

Les námsætlanina her.