Upptøkuroyndir

Freistin at melda til upptøkuroynd til skúlaárið 20119/20 til Musikkskúla Miðnám, er 15. mars 2019

Tvær breytir eru, ein rútmisk og ein klassisk.

Tú meldar til, við at útfylla talgilda oyðublaðið á heimasíðuni www.tm.fo

Tilmeldingin er virkin frá 1. mars 2019

Upptøkuroyndir eru í vikuni frá 6. til 8. mai 2019.

Vegleiðandi royndir í hjálærugreinunum klaver, teori og hoyrulæru, eru leygardagin 4. mai  2019.

Umsøkjari skal møta persónliga til royndina. Um umsøkjari býr ella er staddur uttanlands, ber til at senda inn upptøku. Hetta skal tilskilast í umsóknini.

X