Royndir & próvtøkur – mannagongdir

Upptøkuroynd í høvuðsljóðføri

Mannagongd:
  • Umsøkjari framførir síni sjálvvaldu verk
  • Umsøkjari framførir tónastigar ella tær uppgávur, ið eru ásettar til ávísu ljóðførini.
  • Umsøkjari framførir blaðsspæl, talsetingar og/ella tað verk, ið frammanundan honum er handað. Til blaðspæls/talsetingarroyndina fær umsøkjari lítla løtu at umráða seg í (umleið 1 min).
  • Eftir spæl ella framførslu, verður stutt samrøða við umsøkjaran
  • Upptøkuroyndin í høvuðslærugreinunum sangskriving, tónasmíð og framleiðslu, er í mesta mun framløga og samrøða við umsøkjaran, har ið próvnevndin frammanundan hevur fingið tilfar sendandi at meta út frá.
  • Próvnevnd og faklærari meta um avrikið
  • Umsøkjari er ikki tilstaðar meðan mett verður
  • Umsøkjari fær skrivlig boð um próvtal og um upptøku á Musikkskúla miðnámi í seinasta lagi tveir yrkadagar eftir at allar upptøkuroyndir hava verið.
  • Grundgivið verður ikki fyri avgerðini í skrivligu boðunum.

Ársroynd og próvtøka í høvuðsljóðføri

Mannagongd:
  • Próvtakari/næmingur framførir síni sjálvvaldu verk
  • Próvtakari/næmingur er ikki tilstaðar meðan mett verður.
  • Próvnevnd og faklærari meta um avrikið
  • Roynd og próvtøka í høvuðslærugreinunum sangskriving, tónasmíð og framleiðslu, er í mesta mun framløga og samrøða við umsøkjaran, har ið próvnevndin frammanundan hevur fingið tilfar sendandi at meta út frá.
  • Faklærari er tilstaðar undir allari royndini, men ikki til endaligu metingina og próvtal
  • Eftir at próvnevndin hevur mett um avrikið, verður stutt samrøða við próvtakara/næming.
  • Til ársroynd og gevur próvnevndin munnlig boð við próvtølum. Sama er galdandi fyri próvtøku.

Upptøkuroyndin er 20 min (íroknað egna framførslu 6-8 min. tónastigar/blaðspæl/venjingar og samrøðu)

1. ársroyndin er 20 min (egin framførsla 10 min. og samrøða)

2. ársroyndin er 25 min (egin framførsla 12-15 min. og samrøða)

Próvtøkan er 30 min (egin framførsla 15-18 min. og samrøða)

Til ársroynd og próvtøku er ikki tónastigaspæl ella aðrar venjingar

Serroyndir í høvuðsfakunum eru í mars mánaða, har ið royndir eru í blaðspæli, improvisatión, talsetingum ella øðrum tekniskum ella serstøkum greinum fyri ljóðføri ella høvuðsfakið. Henda royndin kann eisini vera ein uppgáva, ið frammanundan er givin næminginum.

Samskiparin á Musikkskúa miðnámi og lærari kunna í felag næmingin um innihaldið sambært námsætlanini.

Samskiparin  á Musikkskúla miðnámi, kunnar frammanundan próvtakara, próvdómarar og faklærara um serstøk krøv sambært námsætlanini, og fyrireikar tað tilfar, ið skal nýtast til royndina ella próvtøkuna.

Próvdómarar

Próvnevndin er mannað við fýra fólkum.

  • Einum eksternum próvdómara, ið ikki er lærari á Tórshavnar musikkskúla. Ymiskir próvdómarar eru til klassiskt og rútmiskt.
  • Eitt umboð fyri leiðsluna á Tórshavnar musikkskúla
  • Samskiparin fyri Musikkskúla miðnám, ið leiðir, skipar fyri og fyrireikar royndina
  • Ein av leiðsluni settur faklærari. Hesin kann vera lærari umsøkjarans/næmingsins. Faklærari skal meta um avrik umsøkjarans. Faklærarin er tilstaðar alla royndina, tó ikki til endaligu støðutakan til próvtal.
  • Umsøkjari til upptøkuroynd fær skrivlig boð um upptøku á Miðnám og próvtal í seinasta lagi tveir yrkadagar eftir at allar upptøkuroyndir hava verið.
  • Næmingur til ársroynd og próvtøku fáa próvtal frá próvnevndini til samrøðu eftir royndina.
  • Próvnevndin verður at innstilla umsøkjarar til upptøku eftir raðfesting, um fleiri skikkaðir umsøkjarar eru, enn pláss er fyri. Henda raðfesting verður bert handað leiðsluni til innanhýsis nýtslu.
  • Grundgivið verður ikki fyri próvtali ella øðrum í skrivligu boðunum, ið umsøkjarar fáa
  • Limirnir í próvnevndini eru fevndir av reglum um tagnaðarskyldu og um gegni
  • Musikkskúla miðnám fylgir annars kunngerðini um próvtøkur á miðnámsútbúgvingini við serligum frávikum.

Til ársroyndir og próvtøkur í hjálærugreinunum (teori/hoyrilæru/klaver – praktiskt og skrivligt),  eru tað lærarar á Musikkskúla miðnámi, ið eru ávikavíst faklærari og próvdómari.

X