Konserthøllin í Tórshavnar Musikkskúla.
HÁTÚN
Høllin Hátún verður fyrst og fremst brúkt til undirvísing og framførslu hjá næmingum í Tórshavnar Musikkskúla.
Hóast Hátún fyrst og fremst er ætlað til tónleikalig endamál, ber til at leiga Hátún til annað, so sum fundir, fyrilestrar osfr. Hátún er tó serliga vælegnað til tónleikalig endamál, og tí hava hesi framíhjárætt í mun til bókingar.
Tann, ið leigar høllina, má sjálv/ur skipa tiltakið, atgongumerkjasølu, fáa til vega ljóð- og ljósfólk og annað, um tørvur er á tí, og bera kostnaðin av hesum.
Í mun til leigu av Hátúni til tónleikalig endamál, verður leigugjald ásett í lutfallinum 1/20 av atgongumerkjaprísinum til ávísa tiltakið, tó í minsta lagi 2.000 kr.
Í teimum førum, har Hátún verður leiga út til onnur enn tónleikalig endamál, verður leigukostnaður avtalaður í hvørjum einstøkum føri.
Sí, nær høllin er tøk í álmanakkanum niðast á hesari síðuni.
Umbøn um leigu av Hátúni skal sendast umvegis skjal, sum er at finna her.
FAKTA
Sitipláss : 300 fólk
Pallur: áleið 112 m2.
ÚTGERÐ
- Ljóðskipan
- Ljósskipan
- Biograf lørift
- Videokanón
- Mikrofonir
- Backline útgerð
- Steinway konsert flygel
- Tráleyst net.
Yvirlit yvir, nær høllin er tøk.
Blátt = í brúk