Skip to main content Skip to footer

Upptøkureglugerð

Her ber til at kunna seg um mannagongdir á Tórshavnar Musikkskúla, viðvíkjandi tilmelding o.ø.

Tilmelding

§ 1. Tórshavnar Musikkskúli bjóðar børnum og ungum undirvísing í ljóðføri og sangi. Harafturat eru samanspælstilboð partur av undirvísingini. Á heimasíðu skúlans ber til at lesa um tilboðini, sum skúlin bjóðar fram umframt at melda seg til.

Stk. 2. Ymiskt er, nær til ber hjá næmingi at byrja at spæla ljóðføri. Atlit verða tikin til aldur, og hvussu kropsbygnaðurin er. Á heimasíðu skúlans stendur vegleiðandi, hvat vit meta hóskandi aldur at byrja undirvísing á einstøku ljóðførunum.

Stk. 3. Næmingar tekna til skúlan á heimasíðuni www.tm.fo. Næmingar kunnu meldað til við einum ella fleiri ynskjum, tó í mesta lagi trimum ynskjum.

Stk. 4. Næmingar tekna seg til skúlan á hvørjum ári, og skúlin tekur næmingar inn í tann mun at pláss eru. Næmingar, ið ikki sleppa framat, verða settir á ein tilmeldingarlista fyri inniverandi skúlaár. Á hvørjum ári vera næmingar, sum ganga í skúlanum og teir sum eru á tilmeldingarlistanum, at tekna seg av nýggjum.

Stk. 5. Áðrenn byrjað verður, hevur lærari, samrøðu við næming og foreldur um, hvørjar væntanir og treytir eru fyri at vera næmingur í skúlanum. Eisini verður tosað um møgulig viðurskifti kring ljóðførið.

Stk. 6. Um næmingur gevst, verður hettar skrivliga fráboðað skúlanum.

Stk. 7. Serlig skipan er fyri næmingar, ið koma frá Litir í Leiki & Ljóð í leiki.

Stk. 8. Skúlaleiðarin kann gera frávik frá hesum reglum í sambandi við næmingar, ið flyta til kommununa og hava verið innskrivaðir í musikkskúla frammanundan.

Gjaldið fyri einstaklingafrálæru er í løtuni kr. 2250,- fyri eitt skúlaár, her íroknað lán av ljóðføri. Eisini er brúk av bløðum, streingir, olja, harpiks o.a. sum skal til fyri at spæla ljóðføri, við í gjaldinum.

Fakturi við gjaldstreytum o.ø tilskilað verður sendur út umvegis teldupost eftir skúlaársbyrjan. Næmingar, ið melda til í skúlaárinum, fáa faktura við gjaldstreytum o.ø tilskilað sendandi við telduposti eftir byrjan. Síðani verður áminning send út annan hvønn dag 5 ferð. Eftir hetta fara rykkjarar út eftir vanligum mannagongdum.

Um gjaldið ikki verður goldið innan ásettu freistina, verður næmingurin útskrivaður frá skúlanum og fráboðan send um tað.

Stk. 2. Um næmingurin gevst í skúlaárinum, verður tilmeldingargjaldið ikki endurrindað.

Stk. 3. Um fleiri systkin ganga í skúlanum, rindar fyrsta barnið fult tilmeldingargjald og onnur systkin einans 50 % av tilmeldingargjaldinum, tó bert tá gingið verður til einstaklinga undirvísing. Hetta er tó ikki galdandi fyri systkin, ið eru 18 ár og eldri.

Árligi kostnaðurin fyri ljóðførisundirvísing er kr. 2250,- 

Árligi kostnaðurin fyri barna- og ungdómskór er kr. 1000.- (næmingar, sum ganga til einsang gjalda ikki fyri barna- og ungdómskór)

Árligi kostnaðurin fyri Musikkskúla Miðnám og PO – er kr. 2.400.-

Árligi kostnaðurin fyri undanskeið til Musikkskúla Miðnám er kr. 1000.-

Árligi kostnaðurin fyri Litir í Leiki er kr. 5.000.-

Árligi kostnaðurin fyri Ljóð í Leiki er kr. 5.000.-

Kostnaðurin fyri musikkspælistovur og klaverspælistovur er kr. 1000.-

Kostnaðurin fyri tónleikaástøði og hoyrilæru er kr. 250,-

Árliga verður skipað fyri upptøkuroynd til Musikkskúla Miðnám. Lýst verður nærri í miðlunum um tað, og hvørjar treytirnar eru fyri upptøku. Musikkskúla miðnám er eitt samstarv millum Tórshavnar kommunu og Musikkskúlaskipanina

Tá pláss eru tøk, verður boðað frá møguleikanum at søkja upptøku á PO-útbúgvingini (urgutónleikara) Samskiparin av PO og skúlaleiðarin avgera, um næmingur skal takast upp á PO.

Møgulig roynd kann verða fyriskipað eftir fyriliggjandi lesiætlan fyri PO útbúgving á donskum kirkjumusikkskúlum.

Tórshavnar Musikkskúli bjóðar sum útgangsstøði undirvísing til børn og ung upp til 25 ár.

Undantøk kunnu gerast, og tá verður avtala gjørd við skúlan í hvørjum einkultum føri.

Næmingar, sum hava tikið prógv í musikkskúlamiðnámi, vera útskrivaðir aftaná loknan lestur í skúlanum. Um orsøkir eru fyri, at næmingurin skal halda fram eftir Miðnám, kann serlig avtala verða gjørd við skúlan. Í slíkum førum verður atlit tikið til framtíðarynski og møguliga upptøku á hægri tónlistaskúla.

Fyrstu 3 mánaðirnir eftir at næmingurin er byrjaður, verða at rokna sum royndartíð. Eftir lokna royndartíð kunnu báðir partar taka stig til eftirmeting.

Tað verður væntað av næmingum, at teir gera sær ómak at venja heima og møta til undirvísing. Um næmingurin ikki fær møtt til undirvísing. skal fráboðast lærara.

Í tann mun ljóðføri eru til taks, er gjørligt at lána ljóðføri frá skúlanum.

Næmingur kann bert lána ljóðføri í ávísa tíð, alt eftir stødd og kostnaði á ljóðføri, sí lista á heimasíðu skúlans www.tm.fo. Eftir hettar má næmingurin sjálvur keypa sær ljóðføri, hettar kann gerast í samráð við læraran.

Næmingar hava skyldu at hava trygging fyri ljóðføri, ið verður leigað.

Tá næmingur gevst, skal lærarin umframt skrivstovan hava boð um hetta, og skal lánta ljóðførið latast skrivstovuni skjótast til ber.

Næmingar skulu upp til árligt støðumet, um ikki annað verður avgjørt av skúlaleiðaranum.

Børn við serligum tørvi kunnu verða upptikin. Eru serlig atlit at taka hjá barninum, skal hetta viðmerkjast, tá tilmeldað verður.

Ein undirvísingartími er vanliga 30 minuttir um vikuna. Framkomnir næmingar kunnu fáa 45 min. undirvísingartíð um vikuna. Avvarðandi lærari metir um, hvørjir næmingar skulu hava hettar tilboðið. Avtala skal gerast við skúlaleiðaran í hvørjum einstøkum føri, um næmingur skal hava longda undirvísingartíð.
Um næmingurin spælir ljóðføri, ið náttúrliga er partur av orkesturspæli/samanspæli, verður hettar at skilja sum partur av undirvísingini

Í heilt serligum føri, har næmingur ynskir at skifta til annað ljóðføri, ber hetta til, um pláss er tøkt. Næmingurin skal tó hava gingið til undirvísing á skúlanum í minst tvey ár, áðrenn skiftið kann fara fram.

Gildiskoma

§ 14. Hesar leiðreglur koma í gildi 1. mei 2016 eftir at hava verið samtyktar av mentamálanevnd, fíggjarnevnd og Tórshavnar Býráð

Fanst tú hvat tú leitaði eftir?