Skip to main content Skip to footer

Lestrarætlanir

Lestrarætlan fyri ljóðførini

Harmonika er eitt fjøltáttað og væl dámt ljóðføri, sum verður brúkt kring allan heim at spæla mong sløg av fólkatónleiki. Harmonika verðu brúkt at spæla tónleikasløg sum: Musette, Tango, Vals, Suðuramerkanskan tónleik, tónleik frá Balkan o.s.fr. Harmonikan er serliga vælegnað at hava í samanspæli, bæði fleiri harmonikur saman og harmonika saman við øðrum ljóðførum. Akkordeon er at líkna við eina framkomna harmoniku. Á akkerdeon eru føstu basstónarnir í vinstru síðu á ljóðførinum, sum vit kenna á harmoniku, skiftir út við einkultar tónar. Hettar ger at til ber at spæla klassiskan tónleik á Akkordeon, sum t.d. tónleik eftir Mozart, Bach, Scarlatti og fleiri. Flestu Akkordeon hava ein umformara í vinstru síða av ljóðførinum, so til ber at spæla standardbass sum vit kenna tað frá Harmonikuni og spæla bass við einkultum tónum sum vit kenna tað frá Akkordeon. Í Tórshavnar Musikkskúla lærir tú bæði hesi. Ljóføri eru í ymskum støddum so til ber at byrja ungur um 8 ára aldur.

Sí lestrarætlan fyri:

Akkordeon.

Akkordeon - Musikkskúla Miðnám - Klassiskt.

Violin/Bratsj-familjan varð uppfunnin fyrst í 1500-talinum í Norðuritalia. Fyrstu avmyndingarnar síggjast á málningum eftir italska listamannin Gaudenzio Ferrari frá 1530-árunum. Bratsjin varð ment burturúr ørðum streingjaljóðførum í 15. og 16. øld. Í 17. øld varð tað endaliga sniðið ment til meistaraljóðføri, og vóru tað violinbyggjarar sum Amati, Guarnerius og Stradivarius, sum gingu undan. Í fyrru helvt av 19. øld vóru næstan allar eldri bratsjir umbygdar til at klára hægri kamartóna, og tey alsamt størri krøvini til at spæla í størri konserthølum. Bratsjin er partur av strúkarafamiljuni saman við violin, sello og kontrabassi. Bratsjin er partur av symfoniorkestri og er eisini brúkt nógv sum sololjóðføri. Strúkaraljóðførið merkir, at ljóðførið verður strokið við einum boga. Bratsjin sjálv hevur 4 streingir. Byrjanaraldur at spæla á bratsj er um 5-6 ára aldur.

Sí lestrarætlan fyri: 

Bratsj/Viola.

Bratsj/Viola - Musikkskúla Miðnám - Klassiskt.

Sí lestrarætlan fyri: 

El-bass

El-bass - Musikkskúla Miðnám - Rútmiskt.

Sí lestrarætlan fyri:

Elektroniskur tónleikur

Elektroniskur tónleikur - Musikkskúla Miðnám - Framleiðsludeild

Fagottin er tað ljóðføri í træblásarafamiljuni, sum hevur djúpasta ljóðið. Mann hoyrir ofta fagottina spæla eina bassstemmu, men eisini ber til at spæla vakrar melodiar og solostykki á høgum tónum. Ljóðið líkist tí menniskjaligu røddini og er framleitt við einum dupultrøri. Fagottin er mest kend í klassiska tónleikaheiminum, men kan brúkast í øllum tónleikasløgum. Fagottin hevur eina stórasystur, sum eitur kontrafagott. Hon ljóðar enn djúpari. Fagottin kann brúkast í alskyns samanspælshøpi, bæði í minni bólkum og stórum orkestrum. Til ber at spæla fagott tá mann er 10-12 ár, ella um hendurnar eru nóg stórar.

Sí lestrarætlan fyri:

Fagott

Fagott - Musikkskúla Miðnám - Klassiskt.

Sí lestrarætlan fyri:

Waldhorn

Waldhorn - Musikkskúla Miðnám - Klassiskt.

Gittar, er streingjaljóðføri, ið hevur virkað millum manna í fleiri hundra ár. Í Suðureuropa kom fram eitt ljóðføri í nevndist vihuela og hevði 5 til 6 streingir. Hettar ljóðføri hevur stóran týdning fyri Renaissance tíðina í Europa. Barokkguitarin tekur form í 1600 talinum, og hevur eisini fleiri tvinnar streingir, soleiðis sum vit kenna tað frá luttini, ið kundi hava heilt upp í 13 streingir. Í byrjanini í 1700 talinum kemur romantiski gittarin, ið eisini kallast – gittar - og sum líkist gittarinum sum vit kenna í dag. Í umleið 1850 byggjur Antonio de Torres tann fyrsta konsert- gittarin, sum er tann spanski gittarurin vit kenna í dag. Í nýggjari tíð hevur hesin guitarin fingið tvey systkin, kann man siga. Guitarin við stálstreingjum og ravmagnsguitarin. Við tøkniligari menning bleiv tað gjørligt at styrkja hálsin og seta stálstreingir á guitarin. Hettar fær ikki bara guitarin at ljóða harðari, men eisini ørvísi. Og meniskjum líkt, so vil man hava meir og fyri at fáa gittarin at ljóða enn harðari, so fór man eisini at brúka ravmagn. Í uml. 1930 varð fyrsta guitarmikrofonin gjørd. Eisini nevnd pick-up. Við at dempa gittarin akustiskt, bleiv tað gjørligt at forstyrkja gittarin enn meiri elektriskt og aftur nú broyttist ljóðið, og hettar er gittarin vit serliga kenna frá blues og rokk tónleiki.

Sí lestrarætlan fyri:

Gittara.

Gittara - Musikkskúla Miðnám - Klassiskt.

Gittara - Musikkskúla Miðnám - Rútmiskt.

Klaver er streingjaljóðføri. Klaver er eitt slag av hørpu, har spælt verður á streingirnar, við serligari hamartøkni, sum í høvuðsheitum varð uppfunnin í Italia fyri umleið 300 árum síðan. Klaver er eitt ljóðføri við næstan óavmarkaðum møguleikum – tú kanst spæla næstan øll sløg av tónleiki frá klassiskum til jazz og frá country til rock. Somuleiðis eru endaleysir møguleikar fyri samanspæli í stórum og smáum orkestrum. Klaverið hevur havt sera stóran tónlistarligan leiklut í meira enn tvær øldir. Flestøll klassisku tónaskald hava verið klaverleikarar, ella hava nýtt klaverið sum týdningarmikið amboð í sínum skapandi virki. Innan jazz og annan nýggjari tónleik, hevur klaverið eisini havt sama týðandi leiklutin. Um tú dugir at spæla á klaver, er ikki so torført eisini at læra onnur tangentljóðføri sum til dømis orgul, keyboard og cembalo. Til ber at byrja frá 8 ára aldri. Einstaklingaundirvíng er 30 minuttir um vikuna.

Sí lestrarætlan fyri:

Klaver.

Høvuðsfak klaver - Musikkskúla Miðnám - Klassiskt.

Hjálærugrein klaver - Musikkskúla Miðnám - Klassiskt.

Høvuðsfak klaver - Musikkskúla Miðnám - Rútmiskt.

Hjálærugrein klaver - Musikkskúla Miðnám - Rútmiskt.

Tá vit hugsa um kontrabass, so hugsa vit nokk fyrst um symfoniorkestur og klassiskan tónleik. Og kontrabassurin er størsta og djúpasta strúkiljóðføri í strúkiorkestrinum. Men kontrabassur verður eisini nógv brúktur í fleiri øðrum sjangrum. Í jazzi er hann sentralur, og í fólkatónleiki kann man oftast ikki vera hann fyri uttan. Rock’n roll hevði upprunaliga altíð kontrabass við, og í dag er eisini ógvuliga vanligt at síggja hann í pop og singersongwriter samanhangi. Kontrabassurin er einasta strúkiljóðføri, ið er stemma í kvartum. Í so máta líkist hann gittarinum og elbassinum. Næmingar, ið eisini spæla el-bass, síggja skjótt hvussu nógv hetta ljóðføri líkist. Eins og við hinum strúkiljóðførunum, so er bæði møguligt at spæla við fingrunum og við boga á bassin. Bogin er t.d. mest vanligur í klassiskum tónleiki og pizzicato er mest vanligt í jazzi. Fyri bassleikaran er samanspæl sera týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl. Hetta kann vera klassisk ella rytmisk samanspæl. Men tá vit arbeiða og studera kontrabass, so arbeiða vit eisini við kontrabassinum sum solo-ljóðføri. Vit gera samanspæl bara millum bassar, og finna tónleik, har bassurin ikki bara spælur undir hjá øðrum, men eisini sjálvur trýnur fram á pallin í solistiskum leikluti. Til ber at byrja at spæla kontrabass um 7 ára aldur.

Sí lestrarætlan fyri: 

Kontrabass.

Kontrabass - Musikkskúla Miðnám - Klassiskt.

Kontrabass - Musikkskúla Miðnám - Rútmiskt.

Klarinettin hoyrir til træblásara familjuna. Orðið stava frá italska orðinum, clarino, sum merkir trompet. Klarinettin var av fyrstan tíð eitt einfalt ljóðføri, kallað skalmeje, og fanst í nógvum ymiskum sniðum og støddum. Munnstykkið líktiskt tí á klarinettini, men tað vóru bert heilt fáir knappar at trýsta á. Ein týskur ljóðføris byggjari, Johann Christoph Denner, gjørdi í uml. ár 1700 ein registarknøtt og eftir hetta sá fyrsta klarinettin dagsins ljós. Klarinettin er tað blásiljóðføri sum kann spæla flest nótar, høgar sum lágar, og hon er gjørd úr serliga útvaldum træsløgum, tó er byrjanarljóðføri oftast úr øðrum eftirgjørdum evni. Í munnstykkinum er eitt blað, sum fer at titra, tá blást verður í. Hettar blaðið er rímuliga viðkvæmt, og má tí javnan skiftast út. Bløðini eru oftast gjørd úr bambusrørum, men fáast eisini í plastikki.Blaðið er spent fast í munstykkið við eini klemmu. Tað finnast fleiri støddir av klarinettum, men tann vanliga at brúka er B-klarinettin. Klarinettin verður brúkt í fleiri ymiskum samanspælum, í fólkatónleiki, jazz tónleiki og í klassiskum tónleiki. Til ber at spæla klarinett um 6-8 ára aldur. Frálæran er einkultfrálæra 30 min. um vikuna og orkesturspæl 60 min. um vikuna.

Sí lestrarætlan fyri: 

Klarinett

Klarinett - Musikkskúla Miðnám - Klassiskt.

Oboin er serliga kend fyri at spæla vælklingandi og sangbær løg. Men eisini øðrvísi skemtilig ljóð. Tú hoyrir oboina í symfoniorkestrinum og í harmoniorkestur-, undirhalds- og filmstónleiki. Oboin hoyrir til træblásiljóðførini saman við floytu, klarinett og fagott. Ljóðið kemur fram við at blása í tað lítla dupultrør-munnstykkið - tvey bambusbløð bundin saman á eitt rør. Um tú væl orkar at blása ballónir upp og ert um 10 ár, so er tað kanska nakað fyri teg at fara at spæla obo. Undirvísingin er 30 min um vikuna umframt 1 tíma orkesturspæl. Um tú skal hava gleði av at spæla obo, krevst at tú venur regluliga heima.

Sí lestrarætlan fyri: 

Obo.

Obo - Musikkskúla Miðnám - klassiskt.

 

Orglið er størsta ljóðføri, sum til er. Bæði í vavi, ljóðstyrki, klangi og ymiskleika. Orgul er eitt blásiinstrument við tangentum, sum líkjast klavertangentum. Tangentrekkjan er tó stytri og ofta eru fleiri tangentrekkjur. Ofta hava orgul eisini eina tangentrekkju, sum man spælir á við fótunum. Flestu orglini standa í kirkjum og floyturnar í orglinum, sum geva ljóð frá sær, kallast pípur. Fyri ikki at blanda við onnur sløg av orglum sum elektrisk ella elektronisk orgul, kallast orglið tí ofta pípuurga ella kirkjuorgul. Børn í 10 ára aldri kunnu byrja at læra at spæla orgul. Tú skalt eiga eitt klaver, keyboard ella el-orgul, so tú kanst venja heima við hús. Byrja verður við at læra at spæla eftir nótum. Fyrst sangir og smá tónleikaverk, seinni sálmar og størri verk. Um onkur hevur spælt klaver í nøkur ár, kann tað vera rættuliga lætt og hugaligt eisini at byrja at spæla orgul. Tangentarnir og nótarnir er teir somu sum á klaver. Bert mátin at trýsta á tangentarnar er eitt sindur annarleiðis. Gongur tað væl, kanst tú skjótt byrja at spæla onkran sálm til guðtænastur í smærri kirkjum. Tørvur er á orgulleikarum kring landið, so brúk er fyri tær, um tú dugir at spæla orgul.

Sí lestrarætlan fyri: 

Orgul.

Orgul - Musikkskúla Miðnám - Klassiskt

Saksofonin er eitt sokallað transponerað ljóðføri í træblásturs familiuni. Fyrsta saksofonin bleiv gjørd i 1840’unum av tí belgiska ljóðførissmiðinum Adolphe Sax. Grundin til at saksofonin er bólkað sum eitt træblásturs ljóðføri, er at saksofonblaðið vanliga er gjørt úr træi, og uttan hetta, saksofonblað, ber ikki til at fáa ljóð ella tóna úr ljóðførinum. Tær vanligastu sløgini eru sopran-, alt-, tenor- og barytonsaksofonir. Sopransaksofonir og tenorsaksofonir eru stemmaðar i Bb, meðan altsaksofonir og barytonsaksofonir eru stemmaðar í Eb. Sopransaksofonin líkist eini klarinet við sínum avlanga og beina skapi, ímeðan hinar saksofonirnar eru boygdar í einum S-formi. Saksofonin er ”konisk” gjørd í mun til floytir og klarinettir sum eru ”cylindriskt” gjørdar. Saksofonin verður brúkt í flest øllum sløgum av tónleiki, men er tó mest kend innan jazz, har saksofonin oftast verður nýtt sum solo og improvisatións ljóðføri. Saksofonin verður eisini brúkt í klassiskum tónleiki, og verður har mett sum eitt tíðningarmikið ljóðføri í teimum nýggjaru klassisku verkunum Til síðst og ikki minst er saksofonin kend í teimum nógvu saksofonkvartettunum, ið finnast runt heimin. Til ber at byrja at spæla á saksofon tá man er 9-10 ár. Einkult undirvísing er 30 minuttir um vikuna og orkesturspæl l60 minuttir um vikuna.

Sí lestrarætlan fyri: 

Saksofon.

Saksofon - Musikkskúla Miðnám - Rútmiskt.

Saksofon - Musikkskúla Miðnám - Klassiskt.

Sí lestrarætlan fyri: 

Sangskriving.

Sangskriving - Musikkskúla Miðnám - Framleiðsludeild.

 

Røddin er helst tað mest persónliga ljóðførið við tað, at ongar røddir eru eins. Røddin fylgir altíð við okkum, og verður hon formað gjøgnum alt lívið. Sostatt ber til at siga, at røddin er ein partur av okkara samleika. Við hjálp av teknikki og venjing kunnu vit venja vøddarnar og andadráttin at samstarva og á tann hátt læra at brúka røddina á ein sunnan og gagnligan hátt.

Sí lestrarætlan fyri: 

Einsangur

Einsangur - Musikkskúla Miðnám - Klassiskt.

Einsangur - Musikkskúla Miðnám - Rútmiskt.

elloin er strokljóðføri og hoyrir til strúkarafamiljuna, har violin, bratsj og kontrabass eisini eru at finna. Hon er gjørd úr træi og verður ofta samanborin við eina violin, tó er hon størri og hevur lægri ljóð. Selloin er stemmað í kvintum og streingirnir eita A, D, G og C. Ein, ið spælir sello, verður nevndur sellistur og kann spæla í orkestri, kvartettum, sum soloistur o.a. Upprunaliga kemur selloin frá ljóðførum, ið vóru nýtt í 16. øld, sum t.d. viola da gamba og viola da braccio. Til ber at byrja at spæla sello tá man er 6-7 ár. Undirvísingar er 30 min um vikuna, harafturat kemur orkesturspæl/samanspæl uml. 60 min um vikuna.

Sí lestrarætlan fyri: 

Sello.

Sello - Musikkskúla Miðnám - Klassiskt.

Slagverk hevur fimm høvuðs ljóðførisbólkar: Lítlatrumma, paukur, tónaljóðføri, multipercussion og trummusett. Sum oftast verður slagverk brúkt í orkestursamanhangi, so sum í symfoniorkestri, harmoniorkestri, hornorkestri o.ø., men kann vera ein partur av nærum øllum tónleikasamanhangum. Kendastu ljóðførini í tónaljóðførisfamiljuni eru: marimba, vibrafon, xylofon, klokkuspæl og rørklokkur. Hesi vera brúkt til alt frá rokk, jazz til klassiskan tónleik. Multipercussion er samanseting av ymsum ljóðførum. Samansetingin hevur ongar avmarkingar og varierar alt eftir, hvat stykki man spælir. Til ber at byrja at spæla slagverk tá man er um 9-10 ár. Undirvísingin er einkultundirvísing 30 min. um vikuna og orkesturspæl 60 min um vikuna.

Sí lestrarætlan fyri: 

Slagverk.

Slagverk - Musikkskúla Miðnám - Klassiskt.

Sí lestrarætlan fyri: 

Trombon/Euphonium.

Trombon/Euphonium - Musikkskúla Miðnám - Klassiskt.

Trompetin og kornettin eru gomul ljóðføri. Munurin millum trompetina og kornettina er sera lítil. Høvuðsmunurin er, at trompetin er celyndrisk og ein kornett er konisk / viggskorin. Upprunaliga vóru trompetin og kornettin bert eitt langt rør við einari klokku á endanum. Hon hevði ongar ventilar og tískil var bert møguligt at spæla ávísar tónar. Trompetin og kornettin í dag hevur ventilar, sum gera tað gjørligt at spæla fleiri tónar. Trompetin er partur av messingblásarafamiljuni, sum eisini telur ljóðføri sum tuba, trombone, althorn, euphonium og onnur. Ljóð fæst við at prutla ella surra við varrunum í eitt munnstykki, ið situr fremst í ljóðførinum. Til ber at byrja at spæla trompet og kornett tá man er áleið 7 - 9 ár. Undirvísingin er einkultundirvísing 30 min. um vikuna og orkesturspæl ein tíma um vikuna.

Sí lestrarætlan fyri: 

Trompet/kornett.

Trompet/kornett - Musikkskúla Miðnám - Klassiskt.

Trompet/kornett - Musikkskúla Miðnám - Rútmiskt.

Sí lestrarætlan fyri: 

Tónasmíð

Tónasmíð - Musikkskúla Miðnám - Klassiskt.

Sí lestrarætlan fyri:

Tónleikaástøði (teori)

Tónleikaástøði (teori) - Musikkskúla Miðnám - Klassiskt. 

Sí lestrarætlan fyri: 

Tónleikaframleiðsla.

Tónleikaframleiðsla - Musikkskúla Miðnám - Framleiðsludeild.

Trummusett – ið hevur meira enn hundrað ár á baki - kann vera alt frá tveimum trummum, til eina óbestemta mongd, og í nógvum ymiskum støddum. Men tað sum vit vanliga kalla standard trummusett er: Fóttrumma, lítlatrumma, Hi-hattur, tvær til tríggjar tam-tamir og tríggjir bekkarar.

Ein kann væl nýta trummusetti til soloframleiðslur, men aloftast verður tað nýtt sum stuðulsljóðførið í bólkahøpi og í nógvum ymiskum tónleikastílum.
Til ber at fáa frálæru í trummum frá 8-9 ára aldri og frálærutíðin er 30 min. um vikuna. Somuleiðis er eisini møguleiki at vera við í bólkaspæli, ið kann vera frá 45 til 90 min. um vikuna.

Sí lestrarætlan fyri: 

Trummur.

Trummur - Musikkskúla Miðnám - Rútmiskt.

Sí lestrarætlan fyri: 

Tuba.

Tuba - Musikkskúla Miðnám - Klassiskt.

Floytan er gamalt ljóðføri, varð fyrr gjørd úr beini ella træi. At byrja við vóru nøkur fá hol á floytuni, sum gjørdu, at til bar at spæla fleiri tónar. Floytur í dag eru oftast gjørdar úr metal og nógvir klappar og hol eru á floytuni, hettar ger at man kann spæla nógvar ymiskar tónar. Tað er Theobald Bohm sum í 1850 hevur ment floytuna til hana vit kenna í dag. Floytan er partur av træblásarfamiljuni sum eisini telur ljóðføri sum obo, fagott, klarinett og saksofon. Floytan er sett saman av trimum pørtum, og man blæsir í floytuna á sama hátt sum man blæsir í eina fløsku. Ljóðið kemur fram tá luftirn rakar á hvassa kantin á munnplátuni og floytan fer at titra. Til ber at byrja at spæla floytu tá man er um 7 - 9 ár. Undirvísingin er einkultundirvísing 30 min. um vikuna og orkesturspæl 60 min um vikuna.

Sí lestrarætlan fyri: 

Floytu.

Floytu - Musikkskúla Miðnám - klassiskt.

Fyrsta prógv um, at violinin var brúkt til at spæla uppá var í 1530 unum í málningum eftir italiumanninum Gaudenzio Ferrari. Violinin varð ment burturúr ørðum streingjaljóðførum í 15. og 16. øld. Í 17 øld bleiv tað endaliga sniðið ment til meistaraviolinir, og vóru tað violinbyggjarar sum Amati, Guarnerius og Stradivarius, sum gingu undan. Í fyrru helvt av 19. øld vóru næstan allar eldri violinir umbygdar til at klára hægri kamartóna, og tey alsamt størri krøvini til at spæla í størri konserthølum. Violin er partur av strúkarafamiljuni saman við Viola/Bratsj, Sello og Kontrabass. Violinin er býtt uppí 1. og 2. Violin í symfoniorkestri og er eisini brúkt nógv sum sololjóðføri. Strúkaraljóðførið merkir, at ljóðførið verður strokið við einum boga. Violinin sjálv hevur 4 streingir. Byrjanaraldur at spæla á violin er um 5-6 ára aldur.

Sí lestrarætlan fyri: 

Violin.

Violin - Musikkskúla Miðnám - Klassiskt.