Góð ráð til næmingin
♫ Ven helst hvønn dag.
♫ Sum nýbýrjari er hóskandi at venja í minsta lagi 5 - 10 minuttir um dagin.
♫ Meira tú venur - skjótari verður tú dugnalig/ur.
♫ 10 minuttir hvønn dag eru betur enn 40 minuttir einaferð um vikuna.
♫ Hav ljóðførið liggjandi/standandi onkrastaðni, soleiðis at tú skjótt og lætt kanst spæla eitt sindur, tá ið tú kemur framvið ljóðførinum.
♫ Spæl eisini annað enn tað, ið tú "hevur fingið fyri". Spæl eisini løg, ið tú sjávl/ur finnur uppá ella annað, sum tú hevur hoyrt aðrastaðni.
♫ Legg til merkis, um tú stendur ella situr væl, tá ið tú spælir.
♫ Spæl sangir, sum tú hevur vant fyrr og sum tú dugur og tímur at spæla. Hav altíð 3 - 4 sangir, sum tú spælir og sum tær dámar væl at spæla.
♫ Legg til merkis, hvar tað "kiksar" tá ið tú venur eitt lag. Tá ið tú kemur til eitt stað, ið er torført, skalt tú ikki byrja av nýggjum, um okkurt ikki riggar men byrja heldur beint áðrenn staðið, ið er torført. Tá tú hevur lært teg tað, fert tú víðari til næsta stað, ið er torført og gert á sama hátt. Samanumtikið: byrja ikki av nýggjum hvørjaferð okkurt kiksar, men finn heldur út av, hvørjir tónar "arga".
♫ Spæl javnan fyri foreldrum og familju so at tey kunnu hoyra tíni framstig.
♫ Ver treisk/ur! Tað er ikki altíð lætt, men um tú ert ágrýtin og heldur áfram, gert tú skjótari framstig.
Góð ráð til foreldur
♫ Tær nýtist ikki hava skil fyri tónleiki fyri at hjálpa og stuðla tínum barni í tónleikinum.
♫ Tú stuðlar við at leggja dagin soleiðis til rættis, at venjing er ein náttúrligur partur av degnum.
♫ Les omanfyristandandi ráð um venjing, sum er ætlað næminginum.
♫ Lurta javnan eftir spælinum hjá barninum og vís áhuga.
♫ Rós er uttan samanberingar tað, ið eggjar barninum. Rósa óansæð tey framstið, ið barnið ger.
♫ Fyrstu árini er tað umráðandi, at barnið venur seg við at hava ljóðførið í hondunum.
♫ Barnið varðveitur motivatiónina við at spæla løg, sum ljóða væl og sum tað dámar og megnar at spæla. Tí er tað týdningarmikið, at barnið spælir onnur løg enn tey, sum tað hevur "fingið fyri at venja"
♫ Har fara at verða løtur við upp- og niðurtúrum í menningini. Ofta heldur man ikki, at barnið flytir seg framá. Ver tolin - tað skal nokk koma!
♫ Finn eitt gott stað til barnið at venja - eitt stað, har venjingin ikki er til ampa og har barnið kann venja, tá ið hugurin er til staðar.
♫ Barnið má ongantíð fáa eina kenslu av, at venjingin er ein byrða fyri onnur.