Víðkað skeið
Víðkað skeið er til tín, sum ynskir at raðfesta tónleikin, brúka meiri tíð, venja meiri og hugsavna teg um tónleikin. Umframt er víðkað skeið til tín, sum ynskir at ganga á musikkskúlamiðnámi, men hevur tørv á at fyrireika upptøkuna.
Frálæra
Ert tú frammanundan næmingur í Tórshavnar Musikkskúla, er økt frálæra í høvuðsfaki partur av víðkaða skeiðnum, umframt frálæra í tónleikaástøði og hoyrilæru í bólki.
Tilboð er eisini um klaverfrálæru í bólki, 30 min um vikuna - hettar er valfak, og tí ikki krav.
Um tú gongur í øðrum musikkskúla enn Tórshavnar Musikkskúla, fevnir víðkað skeið bert um tónleikaástøði og hoyrilæru í bólki, meðan frálæran í høvuðsfaki framhaldandi verður skipað í lokala musikkskúlanum.
Royndarspæl
Fyri at koma á víðkað skeið, fer næmingurin til royndarspæl, sum verður avgreitt tá støðumetsvikan er, oftast í mars mánaða, ella í samband við upptøkuroynd til musikkskúlamiðnám. Um ikki ber til at koma til royndarspæl í støðumetsvikuni, ber til at gera avtalu við leiðsluna í musikkskúlanum, um at finna aðra tíð til royndina. Lærari og annar faklærari eru til staðar, umframt umboð fyri leiðsluni í musikkskúlanum.
Til royndarspælið skal næmingurin framføra:
Klassisk deild: Eitt verk, ella eina venjing umframt tveir skalar
Rútmisk deild: Eitt lag (melodi, undirspæl og improvisatión kann vera partur av hesum) Tveir skalar.
Framleiðsludeild: Næmingurin leggur eitt verk fram, sum næmingurin sjálvur hevur avgjørt, ella arbeitt við.
Krøv
Fyri at koma inn á víðkað skeið skal næmingurin:
- Hava støði samsvarandi miðstøði í lestrarætlanum fyri Tórshavnar Musikkskúla
- Raðfesta musikkskúlan
- Møta væl upp til frálæru
- Seta tíð av, at venja heima
- Møta til royndarspæl (kann verða avgreitt saman við støðumetinum, ella í samband við upptøkuroynd til musikkskúlamiðnám)
- Vera virkin í onkrum samanspæli
Ynskir næmingurin at halda áfram á víðkaðum skeiði, verður skipað fyri royndarspæli, á hvørjum ári, eftir sama leisti sum við byrjanarroyndini. Hettar fyri at tryggja stigvaksandi framgongd hjá næmingunum.
Kostnaður
Tað kostar einki eyka at ganga á víðkaðum skeiði, um næmingurin frammanundan er næmingur í Tórshavnar Musikkskúla.
Um næmingur, ið ikki frammanundan er næmingur í skúlanum, verður tikin inn á víðkað skeið, er frálæra einans í tónleikaástøði og hoyrilæru í bólki, og kostnaðurin er tá kr. 1.000,- fyri eitt skúlaár.
