Orgul
Orgulleikaraútbúgvingin á miðstigi er ein 3 ára preliminer útbúgving í orgulspæli.
Miðstig verður her at rokna sum førleiki at spæla á orgul til sálmasang, og at spæla inn-, útgangs- og konsertspælí kirkjuligum og í samkomuligum høpi. Vegleiðandi byrjanarstig er ájavnt 4. stigi hjá "Associated Board of The Royal Schools of Music”.
Næmingurin skal, eftir 3 ára nám, hava førleika til, í kirkjuligum og í samkomuligum høpi, at spæla á orgul til sálmasang, og at spæla inn-, útgangs- og konsertspæl. Eisini skal næmingurin duga at gera forspøl til sálmar og leiða eitt kór.
Undirvísingin
Høvuðslærugreinin í útbúgvingini er orgulspæl.
Orgul sum høvuðslærugrein kann vera samskipað við høvuðslærugreinir á musikkskúlamiðnámsútbúgvingini.
Tónleikaligar hjálærugreinir eru musikkteori, hoyrilæra, klaver, orgulkunnleiki, sangur, kórleiðsla og tónleikavitan.
Undirvíst kann vera í øðrum tónleikaligum hjálærugreinum.
Tónleikaligar hjálærugreinir kunnu vera samskipaðar við hjálærugreinir á musikkskúlamiðnámsútbúgvingini.
Kirkjuligu hjálærugreinir eru liturgik og sálmavitan.

Musikkskúlaskipanin kann samstarva við avvarðandi stovn, felagsskap ella myndugleika um undirvísing í greinum og hjágreinum, sum hoyra til í kirkjuligum og í samkomuligum høpi.
Orgulleikaraútbúgvingarsamskiparin ger námsætlan, leiðreglar og mannagongdir fyri orgulleikaraútbúgvingina undir ábyrgd musikkskúlastjórans.
Vikutímatalið hjá næminginum er í miðal 3,5 tímar.
Upptøka
Næmingar, ið verða mettir at standa eina preliminera orgulleikaraútbúgving eftir 3 ára útbúgving, kunnu verða upptiknir.