Musikkskúlamiðnám
Musikkskúlamiðnám er ein 3-ára útbúgving, sum Tórshavnar Musikkskúli bjóðar til tín, ið hevur áhuga í tónleiki og ynskir at menna tíni tónleikaligu evni, bæði í at framføra og skapa tónleik.
Útbúgvingin fevnir um bæði verkligar og ástøðiligar lærugreinir, sum geva tær førleikar og vitan til at víðka tínar møguleikar í tónleiki, antin tú ætlar tær at lesa víðari innan tónleik ella arbeiða sum tónleikari.
Í útbúgvingini fært tú førleikar til at arbeiða við tínum høvuðsljóðføri, spæla saman við øðrum og skapa tónleik.
Tá tú hevur lokið útbúgvingina, ert tú klár/ur at søkja hægri tónleikaútbúgvingar og at luttaka í tónleikalívinum, bæði í Føroyum og uttanlands.
Musikkskúla Miðnám hevur givið mær møguleikan at menna míni tónleikaligu evni og fyrireika meg til hægri tónleikaútbúgving
Ernst D. Remmel - trompet, klassiskt
Hvør kann søkja um upptøku til Musikkskúlamiðnám?
Musikkskúlamiðnám er ætlað ungum, framkomnum tónleikarum í aldrinum 14 til 25 ár, sum hava áhuga og greið mál við sínum tónleiki ella sangi. Útbúgvingin ger teg kláran til upptøkuroynd til víðari tónleikaútbúgving og til eitt lív sum virkin tónleikari.
Tað er møguligt at ganga í øðrum skúla, útbúgva seg ella arbeiða, meðan tú ert á Musikkskúlamiðnámi.
Eg havi fingið møguleika at samstarva við aðrar tónleikarar og framleiðarar, sum hevur lyft mítt tónleikaliga úttrykk á eitt hægri støði.
Marius Dam Christophersen - tónleikaframleiðari og rappari
Soleiðis er frálæran skipað
- Á Musikkskúlamiðnámi fært tú undirvísing í bæði praktiskum og ástøðiligum lærugreinum.
- Vit hava felags bólkafrálæru týsdagar og hósdagar, harumframt einstaklingafrálæru. Undirvísingin fylgir fólkaskúlaárinum.
- Frálæran er fyrst og fremst í Tórshavnar musikkskúla, men partar kunnu eisini verða í tínum egna musikkskúla.
- Tú kanst sameina frálæruna við aðra skúlagongd ella arbeiði.
Víðkað frálæra - fyrireika teg til Musikkskúlamiðnám
Hvat inniheldur frálæran?
- Frálæra í høvuðsfaki: 60 minuttir um vikuna.
- Klaverundirvísing í bólki: 60 minuttir um vikuna.
- Hoyrilæra og tónleikaástøði í bólki: 60 minuttir um vikuna.
Hvør kann søkja?
Næmingar, sum hava hug, hegni og vilja til at gera meira við tónleikin, kunnu søkja. Næmingar skulu hava tónleikaligt støði ájavnt við hástig í høvuðsfakinum sambært námsætlanini hjá Musikkskúlanum.
Í samráð við læraran í høvuðsfaki tekur leiðslan støðu í hvørjum einstøkum føri um upptøku.
Hvat krevst av næmingunum?
Tað væntast av næmingum, ið fáa víðkaða frálæru, at tey:
- Møta væl til undirvísing.
- Eru virkin og raðfesta musikkskúlan.
- Seta tíð av til at fyrireika seg til frálæruna.
Árliga metingin
Í mai/juni á hvørjum ári verður mett, um næmingar skulu halda fram á víðkaða skeiðnum næsta skúlaár. Metingin verður gjørd av lærarunum í høvuðsfaki og hjálærugreinunum umframt einum umboði fyri leiðsluna.