El-bassur
Frálæra
Frálæran í el-bass er skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í bassinum sum solo-ljóðføri og er samskipað eftir eini námsæltan, sum hevur innbygd menningarstig.
Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.
Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.
Samanspæl
Fyri bassleikaran er samanspæl sera týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl.
Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra solo ella í samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað velst um næmingin og menningarstøðið.
Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.
Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið.
Aldur
Til ber at byrja at spæla el-bass um 9-10 ára aldur.
Prísur og reglugerð
Um ljóðførið
El-bassurin kom fram í 1951 og varð framleiddur sum ein einfaldari loysn av kontrabassinum.
El-bassurin verður stemmaður í kvartum akkurát sum ein kontrabassur, men verður hildin sum ein guittari.
Tónarnir E A D G eru ein oktav djypri enn teir fýra djypstu guitarstreingirnir.
Undir streingjunum sita Pick upp’ar sum fanga ljóðið og harfrá verður ljóðið sent víðari til ein forsterkara.
Tað eru ymsir mátar at spæla uppá el-bass, tann sum er mest brúktur, er at klikkja á streingirnar við fremstafingri og longutong.
Ein fyrmunur við el-bassinum er, at hann kann spæla hart og tí eisini hoyrast væl - eisini tá trummurnar spæla hart, og hettar er umráðandi í t.d. rokktónleiki.
Bassurin leggur grundina undir rytmiska tónleikin, og er saman við trummunum bindiðlið til restina av orkestrinum.