Skip to main content Skip to footer

Frálæra í ljóðføri og sangi

Akkordeon


Frálæra 
Frálæran í akkordeon er skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Endamálið við frálæruni er at geva næmingunum førleika til sjálvstøðugt at framføra tónleik og geva teimum innlit í fjøltáttaðu møguleikarnar, ið akkordeon ljóðførið hevur bæði innan klassiskan tónleik og fólkatónleik. Vit spæla bæði við og uttan nótar, og arbeiða við fingraseting, fraseringum, og improvisatión. Vit spæla nógv ymisk tónleikasløg:
  • sangir (barnasangir, vísir, slagarir)
  • fólkatónleikur (danskur, svenskur, írskur, úr balkan)
  • undirhaldstónleikur (t.d. franskur musettetónleikur)
  • rútmiskur tónleikur; pop, rock, calypso, samba, og tango
  • klassiskur tónleikur
Fyri at fáa sum mest burturúr verður mælt til at venja javnan heima, helst dagliga.

Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.

Konsertir og samanspæl
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra solo ella í samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað velst um næmingin og menningarstøðið. Vit hava javnan næmingakvøld og konsertir, har næmingarnir framføra fyri hvørjum øðrum og fyri øðrum áhugaðum. 

Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið. 

Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið. 

Aldur
Ljóðførini eru í ymiskum støddum, og vanligur byrjunaraldur er um 8 ár, men til ber at byrja longu í 6 ára aldri.

Lán av ljóðføri
Til ber at lána akkordeon frá skúlanum (fyrivarni verður tikið fyri, at ljóðføri er tøkt) 

Prísur og reglugerð
Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi etc.)