Tuba
Frálæra
Frálæran í tuba er fyrst og fremst skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í eini námsæltan, sum hevur innbygd menningarstig.
Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.
Samanspæl
Fyri tuba leikara er samanspæl í orkestri eisini týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl. Orkesturvenjing er 60 min. um vikuna.
Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra bæði sum einstaklingur og í orkestrum og samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað velst um næmingin og menningarstøðið.
Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.
Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið.
Aldur
Til ber at byrja at spæla tuba frá áleið 7 ára aldri.

Lán av ljóðføri
Til ber at lána ljóðføri frá skúlanum (fyrivarni verður tikið fyri at ljóðføri er tøkt)

Prísur og reglugerð
Um ljóðførið
Tuban hoyrir til messingfamiljuna, ið eisini telur ljóðføri sum, trompet, waldhorn og trombon. Tuban er tað størsta ljóðføri í hesi familju. Hon er gjørd av messing, og er ofta lakkerað við silvuri, ella gull.
Eyðkenni fyri tubuna, umframt at verða stórst, er at hon er spælir teir djúpu tónarnar.
Tuban er ikki so gomul sum summi av hinum ljóðførunum í familjuni. Hon byrjaði sínar dagar í 1835, tá Johann Gottfried Moritz tók patent uppá tubuna eftir at Ophicleid´in, ið var forfedrin hjá tubuni, varð skýrd ov torfør at spæla uppá.
Tann nýggja tuban nú við ventilum, var nógv lættari at spæla uppá og er ikki stórvegis broytt til dagin í dag.
Ljóði úr tubuni kemur, tá man “prutlar” í munnstykkið, ið síðan sendir vibratiónir í tubuna og út gjøgnum klangstykkið. Hettar skapar eitt bleytt og flott ljóð.