Klarinett
Frálæra
Frálæran í klarinett er fyrst og fremst skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í eini námsæltan, sum hevur innbygd menningarstig.
Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.
Samanspæl
Fyri klarinett er samanspæl í orkestri eisini týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl.
Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra bæði sum einstaklingur og í orkestrum og samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað velst um næmingin og menningarstøðið.
Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.
Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið.
Aldur
Til ber at byrja at spæla klarinett um 10 ára aldur.

Prísur og reglugerð
Um ljóðførið
Klarinettin hoyrir til træblásara familjuna. Orðið stava frá italska orðinum, clarino, sum merkir trompet.
Klarinettin var av fyrstan tíð eitt einfalt ljóðføri, kallað skalmeje, og fanst í nógvum ymiskum sniðum og støddum. Munnstykkið líktiskt tí á klarinettini, men tað vóru bert heilt fáir knappar at trýsta á. Ein týskur ljóðføris byggjari, Johann Christoph Denner, gjørdi í uml. Ár 1700 ein registarknøtt og eftir hetta sá fyrsta klarinettin dagsins ljós.
Klarinettin er tað blásiljóðføri sum kann spæla flest nótar, høgar sum lágar, og hon er gjørd úr serliga útvaldum træsløgum, tó er byrjanarljóðføri oftast úr øðrum eftirgjørdum evni. Í munnstykkinum er eitt blað, sum fer at titra, tá blást verður í. Hettar blaðið er rímuliga viðkvæmt, og má tí javnan skiftast út. Bløðini eru oftast gjørd úr bambusrørum, men fáast eisini í plastikki.Blaðið er spent fast í munstykkið við eini klemmu.
Tað finnast fleiri støddir av klarinettum, men tann vanliga at brúk er B-klarinettin.
Klarinettin verðu brúkt í fleiri ymiskum samanspælum, í fólkatónleiki, jazz tónleiki og í klassiskum tónleiki.