Gittari
Frálæra
Á Tórshavnar musikkskúla eru lærarar, sum undirvísa á øllum sløgum av gittarum. Frálæran í gittari er við útgangsstøði í, at ikki verður skilt millum tónleikasløg fyrstu tíðina. At byrja við, fær næmingurin innlit í melodispæl, akkordir, tabulatur, nótar og teori. Byrjunartíðin er við støði í einaundirvísing og kemur næmingurin, tá ið førleikin er til tað, eisini at luttaka í samanspæli. Tórshavnar musikkskúli veitir undirvísing á gittara frá byrjanarstøði og heilt til hægstu prógvini til Associated Board. Umframt fyrireiking til hægri tónlistarskúla á Musikkskúlamiðnámi. Møguleiki er ikki at leiga gittara frá Tórshavnar musikkskúla. Lærarar skúlans vegleiða fegnir viðvíkjandi keyp av gittara.
Undirvíst verður í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í gittaranum sum solo-ljóðføri og fylgir einari námsæltan við tilhoyrandi menningarstigum, ið taka næmingin frá byrjanarstøði og fram í tann mun, næmingurin mennir seg. Fyri at fáa sum mest burturúr verður mælt til at venja javnan heima, helst dagliga.
Nótar
Næmingarnir fáa tilfar frá lærara.
Konsertir og samanspæl
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið. Vit hava javnan næmingakvøld og konsertir, har næmingarnir framføra.
Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið. Til hesi støðumet spæla næmingarnir ikki í bólki men hvør sær.
Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið.
Aldur
Byrjanaraldurin í gittarfrálæru er um 10 ára aldur.
Lán av ljóðføri
Næmingurin má sjálvur eiga gittara.
Prísur og reglugerð
Um ljóðførið
Søgan hjá gittarin er gomul, og kom gittarin úr arabiska heiminum til Evropu. Í Suðurevropa kom fram eitt ljóðføri, ið nevndist vihuela og hevði 5 til 6 streingir. Hetta ljóðføri hevði stóran týdning í renaissansutíðini. Barokkgittarin fekk skap í 1600-talinum, og hevði eisini fleiri tvinnar streingir, soleiðis sum vit kenna tað frá luttinum, ið hevði heilt upp í 18 streingir. Í byrjanini á 1700-talinum kemur so romantiski gittarin við 6 streingjum, ið minnir mest um gittarin, ið vit kenna í dag.
Í 1850 ger Antonio de Torres í Spania fyrsta konsertgittarin, sum er tann spanski gittarin vit kenna í dag. Um somu tíð kemur úr Ameriku C.F. Martin við tí akkustiska stálstreingjagittarinum. Umleið 1930 varð fyrsta gittarmikrofonin gjørd. Eisini nevnd pick-up. Gittarin fekk sostatt tvey systkin, so at siga. Gittarin við stálstreingjum og ravmagnsguitarin. Við tøknini broyttist ljóðið enn meira, og verður gittarin nýttur í óteljandi samansetingum innan alskyns tónleik.