Skip to main content Skip to footer

Frálærutilboð

Víðkað skeið

Undanskeiðið er til tín, sum ynskir at ganga í Musikkskúla miðnámi, men hevur tørv á at fyrireika upptøkuna.

Frálæra
Ert tú frammanundan næmingur í Tórshavnar Musikkskúla, er økt frálæra í høvuðsfaki partur av undanskeiðnum, umframt frálæra í tónleikaástøði og hoyrilæru í bólki.
Um tú gongur í øðrum musikkskúla enn Tórshavnar Musikkskúla, fevnir undanskeið bert um teori og hoyrilærufrálæru í bólki, meðan frálæra í høvuðsfaki framhaldandi verður skipað í lokala musikkskúlanum.

Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.

Samanspæl 
Næmingurin kann luttaka í samanspæli eftir tørvi og í mun til ljóðføri.

Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra bæði sum einstaklingur og í orkestrum og samanspælsbólkum. Næmingurin kann luttaka í samanspæli eftir tørvi og í mun til ljóðføri.

Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið.

Aldur
Næmingurin kann ganga á undanskeiði frá 13 ára aldur.

Lán av ljóðføri
Til ber at lána ljóðføri frá skúlanum (fyrivarni verður tikið fyri at ljóðføri er tøkt)

Prísur og reglugerð
Tað kostar einki eyka at ganga á undanskeiðinum, um næmingurin frammanundan er næmingur í Tórshavnar Musikkskúla. 
Um næmingur, ið ikki frammanundan er næmingur í skúlanum, verður tikin inn á undanskeiðið, er frálæra einans í teori og hoyrilæru, og kostnaðurin er tá kr. 1.000,-
Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi etc.)