Waldhorn (F-horn)
Frálæra
Frálæran í waldhorni er fyrst og fremst skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í eini námsæltan, sum hevur innbygd menningarstig.
Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.
Samanspæl
Fyri waldhorn leikara er samanspæl í orkestri eisini týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl. Orkesturvenjing er 60 min. um vikuna.
Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra bæði sum einstaklingur og í orkestrum og samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað velst um næmingin og menningarstøðið.
Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.
Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið.
Aldur
Til ber at byrja at spæla waldhorn um 8-9 ára aldur.

Prísur og reglugerð
Um ljóðførið
Waldhorn (F-horn) hoyrir til messingfamiljuna, ið eisini telur ljóðføri sum trompet, trombon og tuba. Waldhornið er eitt av teimum serstøku ljóðførunum í familjuni, við tað at tað er runt sum eitt posthorn.
Waldhornið er eitt av teimum eldru ljóðførunum í familjuni og ljóðførum sum heild. Tað varð oftast brúkt í samband við veiðu og kríggj.
Tað modernaða hornið byrjaði sína tíð í Frankaríki sum eitt “natúr” horn og var bert eitt langt rør (sum post horn) ið skifti dur við at skifta boylar út.
Í umleið 1827 fekk Waldhorni roterventilar, ið gjørdi at tað kundi spæla allar tónar, sum hini ljóðførini.
Ljóði úr Waldhorninum kemur, tá man “prutlar” í munnstykkið, ið síðan sendir vibratiónir í hornið og út gjøgnum klangstykkið. Hettar skapar eitt bleytt og flott ljóð.