Trombon
Frálæra
Frálæran í trombon er fyrst og fremst skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í eini námsæltan, sum hevur innbygd menningarstig.
Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.
Samanspæl
Fyri trombon leikara er samanspæl í orkestri eisini týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl. Orkesturvenjing er vanliga 60 min. um vikuna.
Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra bæði sum einstaklingur og í orkestrum og samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað velst um næmingin og menningarstøðið.
Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.
Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið.
Aldur
Til ber at byrja at spæla trombon um 8-10 ára aldur.

Lán av ljóðføri
Til ber at lána ljóðføri frá skúlanum (fyrivarni verður tikið fyri at ljóðføri er tøkt)

Prísur og reglugerð
Um ljóðførið
Trombonin er messingljóðføri, ið hoyrir heima í messingljóðførisfamiliuni.
Munurin á trombonini og hinum messingljóðførunum er, at trombonin upprunalig ikki hevði ventilar men bert trek (Slide), som ger tað møguligt at glíða (Gliss) millum tónarnar.
Tað finnast 4 sløg av trombonum, alt trombone, tenor trombone uttan kvart ventil, tenor trombone við kvart ventil og bass trombone við kvart og terts ventili.